Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur kallað tingið saman til orðaskifti um alivinnuna. Tað, sum liggur aftanfyri, er at geva størstu alifyritøkuni loyvi til at fara út frá landi at ala.

Hetta havi eg víst á í fleiri skrivum fyrr – vit eiga at fara út frá landi at ala. Tað er úti frá landi, at okkara møguleikar liggja. Á landi eru eisini møguleikar, men teir eru avmarkaðir, tí tað skulu ovurhonds stór øki til tað.

Tað er uppá hægstu tíð, at hugt verður út frá landi. Vit í Føroyum eru langt afturút í tí partinum av aling av laksi.

Treytir við
Hetta er skrivað væl vitandi, at tað bert eru stóru feløgini, sum hava møguleikan at fara út frá landi at ala, tí nógvur peningur skal til, og váðin er stórur. Men harafturímóti kann vinningurin eisini gerast góður.

Lóggávan sigur, at einki felag ella einstaklingur kann eiga meira enn ½ av samlaðu loyvinum at ala.

So hvørt farið verður út frá landi, eiga feløgini at lata frá sær økir inni við land til onnur og aðra aling og havbúnað.

Sílini
Sílini hava ongan góðan átt í nógv ár. Hóast tað vóru sílini sum bóru okkum ígjøgnum kreppuna, tá ILA herjaði í alivinnuni. Síl eru vælsmakkandi fiskur, sum á mangan hátt eru nógv meira robust yvir fyri sjúkum og lýs enn t.d. laksur.

Føroysku sílini vóru serliga góð og vælumtókt á marknaðinum. Marknaðurin hevur enn ikki gloymt tey og spyr enn eftir teimun.

Gevið nú sílunum pláss aftur í føroyskari aling!

Frímund Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo