Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

SMS: Skalt tú halda veitslu í summar? Hevur tú eina ferming fyri framman? So er at fara framvið SMS komandi vikuskiftið, tí tá verður Góða Borðið á Torginum har Leif Sørensen fer at borðreiða við brellbitum. Eisini verður íblástur at fáa til veitsluprýðið.

Fríggjadagin 29. mars frá kl. 15 og allan leygardagin 30. mars, verður Góða Borðið við Gestus og Miklagarði á Torginum í SMS. Hetta verður eitt vikuskifti við íblástri til matskránna og prýði til veitsuborðið, eitt nú fermingina. Tað er Leif Sørensen, sum hevur ment ymsu rættirnar við Gestus vørum.

Hetta vikuskiftið verður sostatt gjørligt at royna tríggjar rættir, ið hóska seg væl til kalda borðið og køkuborðið, borðreitt av einum av kendastu kokkunum í Føroyum. Somuleiðis fært tú møguleikan at taka tær 5 ymsar uppskriftir heim við, sum tú kanst royna. 

Ongin veitsla uttan vakurt prýði. Tískil verða fleiri uppreidd borð at síggja á Torginum, har tú kanst fáa íblástur til veitsluprýði. Tað verður bæði prýtt við blómum og ymsum handaligum. Sostatt fært tú eina heildaruppliving við íblástri til bæði góman og eyguni.

Vinn Góða Borðið við Leif Sørensen heim við
Sum nakað heilt serstakt, verður eisini gjørligt at vinna Góða Borðið við Leif Sørensen og Gestus heim við. Tað einasta, tú skalt gera, er at útfylla ein lepa og koyra hann í ein kassa á Torginum í SMS, so ert tú við í kappingini um at fáa Leif Sørensen heim til tín at matgera til eini 5 fólk. 

Tað verður sanniliga veitslurómur á Torginum í SMS komandi vikuskiftið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo