Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

- Autopilotur, misskiljing, skeiv avgerð, tikið í egnan barm, stórum trýsti, hóttanir vóru nøkur av afturvendandi orðunum í eini sera tómari samrøðu við Anniku Olsen, uttanflokka tingkvinna í farloyvi.

Beinta Løwe hevði fingið tingkvinnuna til tað stóra prátið, sum allir føroyingar hava bíðað eftir, og sum tingkvinnan sjálv boðaði frá á Facebook fór at koma, og helst eini trivaligari avdúking í Degi og Viku í kvøld, men synd at siga at tað eydnaðist.

Samrøðan avdúkaði einki, ikki eitt vet, sum ikki øll á ein ella annan hátt vistu, áðrenn hon var gjørd.

Ein trist samrøðu, har vit sóu inn í eitt trist andlit á Anniku Olsen, og tóat Beinta Løwe royndi at brúka sitt fitta smíl, so eydnaðist heldur ikki henni at treingja inn um henda trista múrin í andlitinum á Anniku Olsen.

Her ber snøgt sagt ikki til at treingja inn um, vísti sendingin í kvøld. Sum at síggja eina mynd, eina selfie!

Vit kundu spurt, um Annika Olsen vann nakað hjarta við hesi samrøðuni?

Og svarið er nei.

Svarini hjá Anniku Olsen vóru endurtøkur við somu orðunum søgd vóru í byrjanini, og tí eru vit ikki komin nakað vet nærri nøkrum sum helst.

Hóttanir, segði Annika Olsen.

Jamen hóttanir eru jú revsiverdar, ikki sannheit!

Eitt mál hjá løgregluni kanska?

Viðvíkjandi spurninginum um hetta "ómetaliga trýstið" sum Annika Olsen nevndi upp í saman undir allari sendingini, so fingu vit ikki at vita, hvat hetta var fyri eitt trýst.

Jamen, tú ert jú von at arbeiða undir trýsti, ikki sannheit, segði Beinta Løwe, men heldur ikki í tí langa svarinum hjá Anniku Olsen var eitt einasta skilagott orð nevnt sum gav nakra sum helst ábending um nakað sum helst.

Og tá ið ikki orð var sett á nakað sum helst, so er ikki ringt at koma til aðra niðurstøðu enn, at kanska var tað Annika Olsen sum sjálv trýsti á seg sjálva.

- Góða mamma tað var ikki eg, autopiloturin lokkaði meg ...

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo