Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nýggjastu barna- og ungdómsbøkurnar hjá Bókadeildini eru fjølbroyttar og snúgva seg um alt millum himmal og jørð. Men eitt hava tær í felag: tað eru góðar søgur, sum skapa lesihug.

Lóa leitar eftir Búa í viðarlundini
Hetta er ein fitt og stuttlig bók hjá teimum yngstu at peika og leita í, meðan søgan verður lisin. Søgan snýr seg um kettlingin Lóu, sum ikki finnur besta vin sín, lítla gula fuglin Búa. Lóa leitar eftir honum í viðarlundini, og hon finnur nógv djór, sum hon kennur, men man hon fara at finna Búa? Bókin er til tey 0-1 ára gomlu, hon er ein pappbók við klaffum og 12 bls. til longdar.

Sutturnar hjá Valdimari
Maria Jönsson hevur skrivað og myndprýtt hesa herligu bókina um úlvahvølpin Valdimar, sum elskar sína suttu. Pápin heldur, at Valdimar er ein stórur úlvur, sum eigur at gevast at brúka suttu, men tað dámar Valdimari lítið. Tá ið lítlasystirin Lina missir suttuna burtur, vísir Valdimar, hvat tað merkir at vera ein rættur stórur úlvur.  Niels Jákup Thomsen hevur týtt til føroyskt. Bókin er til tey 2-4 ára gomlu, hon er innbundin og 32 bls. til longdar.

Søgur um náttina
Hetta er ein hugtakandi myndabók eftir Kitty Crowther, sum bæði hevur skrivað og myndprýtt bókina. Bókin fekk Litteraturpriset till Astrid Lindgrens minne (ALMA) í 2010. Hon hevur eitt serstakt listarligt úttrykk við sjáldsomum litum. Hetta er ein søga við fleiri søgum, tí bókin snýr seg um Lítlubjørn, sum biður mammu sína siga sær tríggjar søgur, áðrenn hann leggur seg at sova. Í teimum trimum søgunum hitta vit m.a. Náttarvaktina, sum syrgir fyri, at allar verurnar í skóginum leggja seg at sova, og mannin Bo, sum fer at leita eftir svøvninum, sum hann hevur mist. Sólrún Michelsen hevur týtt bókina. Bókin er til tey 5-6 ára gomlu, hon er innbundin og 70 bls. til longdar.

Træhúsið í 26 hæddum
Hetta er onnur bókin um teir báðar vinmenninar Andy og Terry, sum búgva í tí mest ótrúliga træhúsinum, sum nú er víðkað úr 13 upp í 26 hæddir. Træhúsið er snikkað saman eftir hugaheiminum hjá tveimum kreativum dreingjum, tí har eru m.a. ein robottur, sum selur 78 ymisk sløg av ísi, eitt vektloysiskamar og ein dómadags-villiniborg. Bókin er full í ørligum og undirhaldandi søgum og hendingum. Hetta er ein tekstbók við nógvum myndum, og hon egnar seg væl til nýggjar lesarar. Andy Griffiths hevur skrivað bókina, og Terry Denton hevur myndprýtt. Vagnur Streymoy týddi til føroyskt. Bókin er til tey 7-11 ára gomlu, og hon er 343 bls. til longdar.

So vøkur tú ert
Norski rithøvundurin Brynjulf  Jung Tjønn hevur skrivað hesa ungdómsskaldsøguna um Henrik, sum hevur ein mammubeiggja, ið er álvarsliga sjúkur. Skaldsøgan sigur eina søgu um ein drong, sum er um at gerast ungur maður, ímeðan ein annar ungur maður fánar burtur. Tað snýr seg um at taka teir møguleikarnar, sum lívið hevur at bjóða – og um at ein dag eru ikki fleiri møguleikar eftir. Skaldsøgan er poetisk og viðger djúp og álvarsom evni sum deyða og sorg, men hon hevur samstundis eina fangandi hendingagongd og livandi samrøður. Søgan lýsir, hvussu sorg og forelskilsi kunnu kennast hjá einum ungum menniskja í dag. Heðin M. Klein hevur týtt til føroyskt. Bókin er til ung, og hon er 128 bls. til longdar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo