Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Mangan taka vit so nógv atlit og fyrivarni, at tað, ið vit siga, dettur burtur ella stendur veikari. Onkuntíð eru vit so rund í orðavali, at niðurstøðan líkist henni, ið varð søgd eftir ein fyrilestur: mong orð við lítlum innihaldi ella tóm orð um einki. 

Henda andaktin dvølur einans við tann sannleikan, at tað finnast nógv góð, góðslig og gudrøkin fólk, ið taka trúnna, seg sjálvan og medmenniskjað í álvara. At tað so eru aðrir sannleikar, ið eru minni dámligir, er áður viðgjørt á hesum staði. 

At síggja tað vakra og umtala tað er ein av síðugøtunum inn á høvuðsgøtuna til eitt gott og ríkt lív. At varnast tær smáu vælgerðirnar, ið kristin fólk dagliga útinna, skapar hita í kroppinum og gleði í hjartanum. Takksemi og nøgdsemi bera dagsins byrðar, og smá klípi laga stórar og sjónligar varðar.

At gloyma tað dámliga vegna tess at ikki alt er í lagi órógvar kortið við ælabogans litum, tá ið talan er um lívið, tess dygd og virði. Í hesum stakføri kennist tað rætt, at tey, ið hóvliga ganga sína leið í spakføri, verða nevnd fyri sínar dygdir.

Felags fyri henda bólkin av kristnum er broytingin, ið hendi, tá ið Jesus gjørdist Harri og frelsari í lívi hins einstaka. Tey fingu kallið at tæna Guði við at tæna menniskjum. Gerandisdagurin var borin av trúnni, og allir dagar í vikuni mintu um halgidagar.

Hóast eingin er fullkomin, eru nógv kristin fólk veruliga góð og skikkilig. Tey virka, tæna og arbeiða.

Onnur fáa ágóðan av verki handa teirra. Tað hoyrist ikki nógv til tey, tí vit eru nøkur, ið tosa harðari. Tað sæst ikki nógv til tey, tí vit eru nøkur, ið taka myndina. Tey stillu í landinum verða tey kallað, og tey hava als onga trongd til at varpa ljós á seg sjálvan.

Kom at kenna fleiri av teimum stillu í landinum vegna tænastuna sum prestur. Kom at kenna avrik teirra í vitnisburðinum frá øðrum, ið høvdu møtt teirra miskunnsemi og hjálpsemi. Tað er væl betur, at móttakarin av gávuni nýtir nøkur orð heldur enn gevarin.

Onkuntíð leingist mær eftir teirra eyðmjúka sinnalagi. At virka fyri Kristus í tí stilla uttan at blása í lúður frammanundan. At hvíla í Kristi og vera, tæna og gera.

Talan er ikki um misnøgd ella tráan eftir at koma burturfrá ljóskastarum og taka seg longur aftur millum rekkjurnar. Talan er heldur um ein longsul eftir eini halgan, sum í eyðmjúkleika stundar á Jesus og heilagleika hansara menniskjum til signingar.

Havi staðið á mongum talarastólum bæði heima og burturi í londum. Sjónligur og ljódligur, virdur og fagnaður, – soleiðis havi eg kent tað. Havi møtt vælvild frá so mongum. Tó, tað eru eisini tey, ið ikki hava strokið við hárunum. Tað mega vit liva við og læra av.

Havi nakrar ferðir vitjað eina ávísa kirkju uttan fyri landoddarnar. Beri kenslu á nøkur andlit, men nøvini eru burturi. Kenni ikki til fulnar tímiligu ella andaligu støðuna hjá kirkjuliðinum, og tað darvar als ikki. Tað er Jesus, ið vit skulu prædika fyri hvør øðrum, kendum sum ókendum, burturi og heima.

Eftir eina gudstænastu kom ein tilkomin maður til mín. Hann takkaði fyri prædikuna og vitjanina. Hann nýtti ikki mong orð. Fekk tó at vita, at viðkomandi hevði umvælt prædikustólin og upplivdi nakað serstakt undir arbeiðinum.

“Tað var eins og ein rødd segði við meg: Tú skalt ikki einans umvæla prædikustólin, tú skalt fara í bøn fyri teimum, ið prædika. Síðan tann dag havi eg verið virkin kirkjugangari, og bønin fyri presti broytti mítt lív. Eg var funnin og vunnin av Jesusi, hóast prædikan viðhvørt ikki segði stórvegis.”

Tað er okkurt, ið er heilagt, og annað verður halgað. Ein fjøld av fólki vil tað góða, fremur tað góða og gagnar menniskjum í tí stilla. Tey fáa ikki tímiligan ágóða av tænastuni í kirkjuni ella tænastuni úti í samfelagnum. Hinvegin verða tey ríkiliga signað við eini andaligari fyllu, ið ger lívið ríkari og glaðari.

Tá ið eg tók við kallinum á Gjaranesi í 1992, gav ein kona mær einar heimavirkaðar ullintar handskar.

Hon vísti á, at tað mangan var kalt úti á kirkjugarðinum um vetrarnar, og best var at hava okkurt ullint uppiá hondini. “Prestur, tú skalt vera vælkomin heimaftur til títt egna fólk. Hugsa ikki um profetin og heimstaðin.”

Eingin sá hesa gerð, og eingin visti um hana, fyrr enn eg sjálvur nakað væl seinni segði søguna. Tá varð staðfest av øðrum, at tey høvdu upplivað tað sama, t.d. fingið hosur, húgvur og vøttir við orðunum:

“Jesus vil ikki, at nakar skal vera kaldur.” Amen.

Orðið: “Fruktin hjá rættvísum er eitt lívstræ, og hin vísi vinnur sálir.” (Orðtøkini 11,30).

Jógvan Fríðriksson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo