Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á fundi mikudagin 22. oktober vísti Heimafriður landstýrismanninum í Umhvørvis- og Vinnumálum, Helga Abrahamsen, á tríggjar akuttar loysnir og sjey varandi loysnir til tálman av larmi frá skipum.

Felagið legði dent á, at hesin trupulleikin kann loysast til fyrimun fyri allar partar.

Felagið vísti m.a. á, at landstreymur bæði er ein upplagdur og gyltur møguleiki hjá bæði kommunum og landi til at loysa fleiri avbjóðingar í einum. Harafturat eru loysnirnar eisini í tráð við Paríssáttmálan, Visión 2030, og tilmælir frá IMO um at minka um vakstrarhúsgass.

Heimafriður legði dent á, at tørvur er bæði á akuttum og varandi loysnum, og legði fram tríggjar akuttar loysnir og sjey varandi loysnir fyri landstýrismanninum.

Umboða vinnuna
Eisini gjørdi felagið vart við, at at felgið má vera umboðað á fundum millum landstýrismannin og borgarstjórarnar um hetta málið, tí felagið metir ikki, at borgarstjórarnir umboða borgararnar. 

Heimafriður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo