Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Nú kanst tú tekna teg til eftirútbúgvingina, sum vendur sær til allar leiðarar í siglandi vinnuni, á www.synergi.fo. Mælt verður til skjóta bílegging, tí pláss er bert fyri 16 luttakarum. Eftirútbúgvingin er eitt samstarv ímillum Synergi og Seahealth (Søfartens arbejdsmiljøråd) og leiðandi sálarfrøðingin hjá Mærsk Træning Center, sum hevur verið leiðari hjá Mærsk í 10 ár.

Sum luttakari kanst tú bæði hava drúgvar royndir ella vera lutfalsliga nýggjur sum leiðari.

Støðið verður tikið í tínum gerandisdegi og fer at menna teg sum leiðara umborð
Sum leiðari á sjónum, hevur tú hvønn dag eina rúgvu av avbjóðingum á ymiskum stigum. Støðið verður tikið í tínum gerandisdegi sum leiðari, og fer at menna teg til at handfara títt arbeiði sum leiðari umborð. Bæði tær vanligu avbjóðingarnar, men eisini tær meiri óvæntaðu avbjóðingarnar.

Tú fært grundleggjandi innleiðslu í:

·         Hvat er góð leiðsla umborð

·         Samskifti og kunning umborð og samskifti millum skip og skrivstovu 

·         Handfaran av ósemjum og kreppum umborð

·         Trupla samrøðan 

·         Fyribyrgjan av sosialari avbyrging/einsemi

·         Arbeiðsbyrðir og strongd

·         Leiðarans leiklutur fyri tryggleikan umborð

·         Leikluturin hjá leiðarinum fyri motivatión og trivnað

·         Arbeiði við fleirmentaðari manning | tá manningin kemur úr ymiskum mentanum

Les meira og tekna teg nú á www.synergi.fo . Plássið er sera avmarkað – bíða ikki ov leingi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo