Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Mong børn og vaksin valdu at brúka vikuskiftið 7. og 8. mai til at rudda náttúru og grannaløg í Tórshavnar kommunu. Hósdagin 6. mai vóru eisini bæði fólk, kajakkir og froskmenn í sving, tá Sandagerð skuldi ruddast.

Tilsamans 7,2 tons av burturkasti komu inn frá ruddingardøgunum. Talan var um alt frá sigarettstubbum, fiskilínu, tundri og plastfløskum til elektronikk, plastposar, battaríir og snúsíløt.

Alt hetta er sera umráðandi at fáa heintað upp úr náttúruni, áðrenn tað ger skaða á náttúru og djóralív. Sigarettstubbar og plastposar verða til dømis til mikroplast, tá teir verða sundurbrotnir og kunnu enda í búkinum á fiski, fugli og súgdjórum. Harafturat eru eitrandi evni í sigarettstubbum, til dømis blýggj og kadmium, sum ikki mugu enda í náttúruni. Fiskilína er ein kendur beinleiðis trupulleiki fyri fuglalívið, tí fuglurin dugir sjáldan sjálvur at sleppa burturúr línuni, tá hann er vorðin fastur í henni. 

Mikroplastið endar í búkinum á djórum
Ein stórur partur av burturkastinum tekur eisini langa tíð at bróta niður. Tað tekur til dømis 5-12 ár, áðrenn ein sigarettstubbi er fult sundurbrotin í náttúruni. Sundurbrótingin av einum plastposa tekur 15 ár, meðan sundurbrótingin av bæði fiskilínu og plastfløskum tekur upp í heili 400-600 ár.

So hvørt sum sundurbrótingin fer fram, verður alt tilfarið eisini brotið sundur til mikroplast, sum endar í búkinum á fugli, fiski og súgdjórum annars.  

Stórt tak og flott úrslit
Nógv fólk í allari kommununi høvdu halgað vikuskiftið til at rudda náttúruna. Úrslitið av stóra takinum sást greitt aftur uppi á Kommunalu Brennistøðini, har innkomna burturkastið varð vigað so hvørt. Endaliga úrslitið var, at 7,2 tons komu inn frá Ruddingardøgunum. Sostatt hava eigarafeløg, børn og vaksin rætt náttúruni og okkum sjálvum eina góða hjálpandi hond. Tí tað er umráðandi at fáa plastið upp, áðrenn tað verður til mikroplast. Er tað fyrst brotið sundur til mikroplast, fáa vit ikki fatur á tí.

Vit kunnu fyribyrgja dálking
Best er, at vit eisini royna at fyribyrgja, at rusk endar í náttúruni. Tí hevur kommunan sett upp mong ruskíløt bæði í býgdum økjum og í náttúruøkjum. Varnast tú rusk á kommunalum øki ella full ruskíløt, mást tú fegin geva kommununi eitt prei um tað. Tað kanst tú gera her: 

Preia kommununa 

Roykir tú, ella kennir tú onkran, sum roykir, kanst tú eisini heinta ókeypis stubbalummar í Snarskivuni á Vaglinum. Stubbalumman kanst tú brúka til at sleppa tær av við stubbarnar, tá tú til dømis ert í haganum, á sjónum ella aðrastess í náttúruni. Stubbalummarnir kunnu tømast og vaskast, teir tola nógvan hita og teir lukta ikki.  

2. flokkur í Eysturskúlanum vann myndalutakastið
Aftur í ár sendu fólk myndir inn frá ruddingardøgunum og vóru sostatt við í lutakastinum um 4.000 krónur. Nógvar góðar myndir komu inn. Summar av teimum sært tú omanfyri. 2. flokkur í Eysturskúlanum vann lutakastið í ár. Vinningurin er 4.000 krónur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo