Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyski U15-hópurin, ið var til EfB Spar Nord Elite Cup 2022 - Mynd: www.FSF.fo

Føroyski U15-hópurin, ið var til EfB Spar Nord Elite Cup 2022 - Mynd: www.FSF.fo

Føroyski U15-hópurin, ið var til EfB Spar Nord Elite Cup 2022 - Mynd: www.FSF.fo

FSF: – Tað er altíð keiligt at tapa – tað vita vit øll. Men tað er hugaligt at vit allíkavæl kunnu taka okkurt positivt við okkum, tí hugburðurin hjá okkara spælarum var framúr, og innsatsin kunnu vit eisini vera sera væl nøgdir við.

Soleiðis sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum í farnu viku tók lut í árligu EfB spar Nord Elite Cup kappingini í Esbjerg í Danmark.

Spælt var ímóti trimum donskum, einum norskum og einum liði úr Svøríki. Samlaða úrtøkan gjørdist fýra tap og ein sigur.

– Í fyrsta dystinum haldi eg at okkara vóru nervøsir, og tíverri vóru nógv persónlig mistøk. Men teir fótaðu sær sum fráleið, og yvir alla kappingina høvdu vit flest málkjansir. Hetta gevur okkum nakað ávíst at arbeiða víðari við.

– Tekniski førleikin undir trýsti, og renniorkan – ella leikferðin – hjá hinum var betri. Men viljin, dirvið og arbeiðssemið hjá okkara spælarum var heilt framúr. Tó blívur orkan, sum vit brúka í ymiskum spælistøðum, ov belastandi, til at vit kunnu avrika javnt yvir ein heilan dyst, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næsta uppgáva hjá U15-landsliðnum verður um miðan august, tá tveir venjingardystir á heimavølli móti Íslandi eru á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo