Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er nakað av fiskiskapi undir Føroyum og í vikuni sum kemur verður helst eisini nakað, tí streymurin verður góður, serliga fyrru helvt av vikuni, og veðrið verður gott eisini.

Tað skrivar Fiskamarknaður Føroya.

Eitt ísfiskalínuskip er undir Íslandi tað landar mánadagin. Fýra eru undir Føroyum, skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Eitt landar mánadagin, møguliga landar okkurt seinni í vikuni. Trý frystilínuskip eru undir Íslandi og fýra eru undir Føroyum.

Tveir djúpvatnstrolarar eru úti, ein er eystanfyri og roynur eftir svartkalva. Møguliga landar hann síðst í vikuni.

Tey flestu pørini eru eisini til fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo