Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Michael Gram, Politiið

Mynd: Michael Gram, Politiið

Mynd: Michael Gram, Politiið

Tað er ikki líkamikið hvussu tú handfer eitt lithium-ion battarí.

Tað fekk eitt húski í Sørvági herfyri at sanna, tí eldur kom í eitt battarí, tá tey skuldu løða tað. Battaríið høvdu tey havt liggjandi í einum kampingvogni, og tað var tí rættuliga kalt, tá tey skuldu løða tað. Júst hetta er tað vandamikla.

Michael Gram, brunaserfrøðingur hjá føroysku løgregluni, hevur sent VP hesi góðu ráð, sum vit bera víðari.

  • Battaríið skal ikki vera ov kalt, tá tað verður løtt. Tað má vera minst 10 stig heitt.

  • Battaríið skal ikki vera ov heitt, tá tað verður løtt. Tað má ikki vera heitari enn 50 stig har tað verður løtt.

  • Løðarin skal vera av originalum merki - altso hoyra til battaríið.

  • Battarí hava gott av at verða viðlíkahildin. Tað vil siga, at tað skal ikki liggja ov leingi eftir at tað er tømt. Framkomin battarí hava eina BMS skipan (Battery Management System) og henda brúkar eitt sindur av streymi alla tíðina. Um tú tømir battaríið fullkomuliga, og tað liggur leingi tømt, kann tað vera vandamikið at løða tað aftur, og tá er helst best at burturbeina tað.

Annars eiga battarí at vera merkt við CE góðkenningini. Tá eru tey góðkend í ES. Føroyingar keypa nógv úr Kina, og tá eru vørurnar ikki altíð góðkendar hjá okkum. Battarí keypt úr Kina eigur ein at hava eitt vakið eyga við.

Hitin í løginum, sum er í battaríinum, kann gerast upp til 1100 stig undir løðing. Og tá aluminium bráðnar við 650 stigum, og súrevni samstundis sleppur til, kann úrslitið vera ein stuttur men sera intensur eldur. Skal tað vera heilt gott, skulu battaríini vera í einum serligum, brandtryggum ílæti, har tey kunnu løðast trygt.

Les eisini: Pannulykt var orsøk til eldin í Sørvági

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo