Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Við eini gerandisligari mynd lýsir skaldið Jacob Hansen (1881-1967) kristnu trúnna. So einfaldur og líkatil er hin ævigi friðurin í trúnni á Jesus.

Barnið verður lagt til hvíldar á kvøldi. Tær berandi súlurnar í kristnu trúnni – bøn frelsarans og signingin – leggja himinsins frið og sælu inn yvir vøgguna.

Foreldur, avvarðandi ella verjin, ið gjørdist mamma í móður stað, standa við legu barnsins. Mangan vóru hendur lagdar saman í bøn og tøgn. Tað dýrabara undurið, barnið, smeyg sær spakuliga inn í dreymaland. Hvíldin og friðurin. Viðhvørt ótti, – tá sjúka ella bági darvaðu vælveru barnsins.

Kensluliga varð tøgnin brotin. Tikið var afturíaftur bønina hjá skaldinum. Bønin er størri enn vanlig orð. Hitt høga og heilaga ynskið, at barnið fær náðir at liva, mennast og trívast.

Sov í friði, kæri skattur // sov tín sæla náttarblund. // Gævi Guð, tú vakni aftur // lívsins frísku morgunstund.”

Orðafellið er kent: Fátt er sum faðir – einki er sum móðir. Torført er at koma í faðirs stað, og mamman er einans ein.

Hesar streingir nemur skaldið í einum vøkrum og fólksligum kvøldsálmi. Skaldið er ættað úr Havnini, men búsettist í Syðrugøtu og fekk navnið “Havnar-Jákup”.

Sálmurin er yndisligur. Meðan hann verður sungin, renna fjálgir barnadagar teimum vaksnu til hugs. Tað er heimligt. Samstundis legst friður og ró yvir barnasinnið. Ofta sovnaði barnið í tryggum føvningi, tá tað varð rurað í blund, meðan sálmurin varð sungin.

Góða mamma, eg vil sova, // eygu míni møðast brátt; // Jesuspápi hevur lovað // meg at verja væl í nátt.”

Skaldið, sum yndisliga kvøður um mammuna, fekk øðrvísi barnadagar enn mong onnur. Mamman doyði, og ein lítil smádrongur gjørdist móðurloysingur.

Úr hesum upphavi við vøkrum minnum og nívandi sakni vellir ein hin vakrasta samanrenningin ímillum móðurkærleikan og gudstrúgv. Mamman sum hin frið berandi jarðiska legði forløg barnsins í hendur hins alvalda. Tær hendur, ið røkka og bera, har mamman ikki sjálv røkkur.

Náttin við síni skýmligu myrking, har skuggarnir hvørva og gerast valdandi myrkur. Svøvnur og møði, ið bera tilvitskuna inn í dreymaland, har eyguni hvíla í duldum medviti.

Í huganum er nógv kent og ókent. Tá at síggja mammuna og merkja hennara fjálgu hond, tað heimliga og trygga. Kenna friðin, har Jesuspápi er himmalski faðir okkara, eisini meðan vit ganga foldum á.

Tað er ein førningur verdur at geva í arv til komandi ættarlið. Hin heimliga trúgvin sungin á loynikamari. Guds vernd og verja ber okkum, sjálvt tá ið illa veit við. Lyftið er stórt, at Guð vil vera við okkum allar dagar, alt til veraldar enda.

Dagurin var runnin, kvøldið komið. Gott at fara til songar, tá møðin vitjar. Tað lítla barnið biður mammu sína rista krossins merki og læra seg bønina faðir vár.

Góða mamma, far ei frá mær, // far ei út um stovugátt; // bið Guðs einglar standa hjá mær, // vera vernd hjá mær í nátt.”

Mamman er tað besta, ið barnið eigur. Móðurkærleikin er falsleysur. Hóast skriftin nevnir, at ein mamma kann gloyma, so verður tað nevnt sum ein mótvekt. Ein mamma kann gloyma, men Guð hvørki gloymir ella svíkir nakran.

Í 1908 yrkti skaldið fólksliga sálmin 27 ára gamal. Sálmurin vitnar, at mamman er góð, at Jesus er góður.

Sælar eru tær kvinnur, sum tóku børn til fosturs ella á annan hátt vóru um móðurleys børn. Mangar kvinnur royndust børnunum sum allar bestu møður, – eisini tær, ið ikki bóru barn undir belti.

Sálmurin er ein innilig áheitan um hjáveru og nærveru. Umráðandi er at taka sær stundir eina løtu, tí nútíðin er í barnsins hugaheimi alt. Hin fjálga løtan skapar frið í rúminum. At mamman er hjástødd skapar ró í sinninum. Far ei út um stovugátt.

Givið er, at foreldur og avvarðandi mega fara út aftur úr kamarinum. Eisini tá er Guð góður. Talan er ikki um eitt ískoyti til tað, ið tey vaksnu ikki megna. Tilvera skaldsins hvílir í Guðs skapan og forsjón, bæði tá ið mamman er innan- og uttanfyri stovugátt. Guðs einglavernd er ein veruleiki.

So legði barnið høvdið á koddan og gloymdi dagin og tað, ið hoyrdi degnum til. Sum vaksin minnist skaldið onkra løtu, tá ið longsulin vitjaði. Góð fólk á leiðini vóru góð, ja sjálvt lívið, hóast mamman er einans ein.

Góða mamma, alt eg gloymi, // alt tað, sum eg sá í dag; // langt, langt burtur eg meg droymi // til ein fagran, fríðan stað.”

Her sæst ævinleikin og himmalin. Vónin ber, tá ið longsulin vitjar. Vónin at koma heim, har mamman er.

Á jørðini livir kristnin í tí vónríku vissu, at ævinleikin í Guðs ríki er ein fagur staður við vøkrum blómum. Har býr Jesuspápi, og har sær móðurloysingurin mammu sína aftur. Saman, altíð! Amen.

Orðið: “Æra faðir tín og móður tína...” (Onnur Mósebók 20, 12).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo