Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Meðan illveðrið í kvøld herjar heima í Føroyum, korona økist spøkjandi, og danski heilsumálaráðharrin í miðlum ávarar okkum um skeivu gongdina viðvíkjandi innleggingum, sita vit á strondpromenaduni uttanfyri Barcelona, og feira okkara hetjur, mammu og pápa okkara Birgith og Torkil við Sandá, á teirra gullbrúdleypsdegi.

Góða mamma og babba, hjartaliga tillukku við tykkara stóra degi, ið minnir okkum á tykkara stóra kærleika tykkara millum.

Takk fyri tykkum, og takk fyri alt tit eru, og hava verið fyri meg og míni.  

Guds ríku signing ynski eg tykkum.

Beinta

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo