Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Atlantsflog: Á aðalfundinum í dag var ársroknskapurin hjá P/F Atlantic Airways lagdur fram, og vísir hann, at framgongdin samanborið við árið fyri er 35 prosent.

Í 2021 flugu 201.000 ferðandi á rutunetinum hjá Atlantic Airways, ið eru 52.000 fleiri ferðafólk enn í 2020.

Atlantic Airways hevði 9,6 milliónir krónur í halli eftir skatt í 2021 samanborið við 104,6 milliónir krónur í halli í 2020.

Samlaðu inntøkurnar øktust úr 290 milliónum krónum í 2020 upp í 410 milliónir krónur í 2021.

Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar (EBITDA) gjørdist 43 milliónir krónur í avlopi í 2021 samanborið við 63 milliónir krónur í halli í 2020.

Framleiðslan hjá flogførunum hækkaði 15 prosent – úr 4.336 flogtímum í 2020 upp í 4.984 flogtímar í 2021.

Tyrluflúgvingin øktist 5 prosent – úr 725 tímum upp í 764 flogtímar í 2021. Í 2021 var tyrlan boðsend 50 ferðir til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á flogi eftir 8,9 minuttum.

Trygg og álítandi loftbrúgv
Meðan farsóttin hevur herjað, hevur Atlantic Airways verið ein trygg og álítandi loftbrúgv millum Føroyar og umheimin.

Vinnuferðandi, lesandi, sjúklingar, umframt onnur ferðandi hava havt gagn av farleiðunum, samstundis sum felagið hevur verið virkið í stríðnum móti farsóttini við framkomnari koronukunningarskipan, koronugjaldsskipan, flutningi av koppingarevni, áhaldandi samstarvi við heilsumyndugleikar, og hevur felagið veitt hópin av ferðafólki vegleiðing í sambandi við ferðing.

Harafturat hevur Atlantic Airways í sambandi við koronufarsóttina sett í verk sertreytir fyri broyting og avlýsing av ferðaseðlum við nýggjari, talgildari skipan til tilgóðarseðlar.

Vænta fleiri ferðandi í 2022
Í summar fer Atlantic Airways at flúgva til níggju ymisk ferðamál beinleiðis úr Føroyum, umframt at flogið verður á hávetri til Gran Canaria.

- Vit síggja longu nú, at áhugin hjá føroyingum at ferðast aftur er vaksandi. Eisini er áhugin fyri Føroyum sum ferðamál stórur, og roknað verður við fleiri útlendskum ferðafólkum.

- Tí leggur Atlantic Airways dent á framhaldandi at menna farleiðir til og úr Føroyum fyri at tryggja ein skynsaman rakstur av felagnum komandi árini.

- Tó kunnu óvissur eitt nú í sambandi við kríggið í Ukraina, hækkandi prísur á brennievni og koronufarsóttin ávirka gongdina. Vit vænta tó, at ávirkanin frá heimsfarsóttini av álvara fer at minka út á árið, og at ferðafólkatalið frá øðrum ársfjórðingi í 2022 og frameftir verður á hædd við 2019, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

Nevndin heldur fram óbroytt eftir aðalfundin í dag, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Hini í nevndini eru Esther Dahl, Annika Larsen Black, Andrass Weihe og Jens Eystein í Løðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo