Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Umhvørvisgóðkenningin fevnir um ætlanina hjá Klaksvíkar kommunu at útbyggja bátahylin í Árnafirði.

Fylt verður afturat uttara garði á bátahylinum út á 14 metra dýpi, umframt at garðurin verður longdur einar 80 metrar vestureftir. Tvørgarðurin við innsiglingina gongur úr fylluni fyri vegnum í fjøruni, og út á 7 metra dýpi, har hann umskarast við fylluna frá tí uttara garðinum.

Nýttir verða uml. 30.000 m3 av tunnilsgróti frá nýggju tunlunum norður um fjall. Grótið verður koyrt út við lastbili og flótisperra verður løgd beint út frá landi. 

Ein búlendislýsing av økinum var gjørd av Biofar. Niðurstøðan var at av búlendum og staðfestum sløgum vórðu eingin mett at vera sjáldsom í Føroyum.

Í málsviðgerðini er dentur lagdur á, at Klaksvíkar kommuna leggur virksemið til rættis soleiðis, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt: at avmarka útlátið av plasti so nógv sum gjørligt, at avmarka ampar av óljóði og ristingum so nógv sum gjørligt og at avmarka útlát av dálkandi evnum, evju og dusti.

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum

Møgulig kæra skal í seinasta lagi 17. mai 2022 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo