Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Umhvørvisgóðkenningin fevnir um ætlanina hjá Klaksvíkar kommunu at víðka verandi havnarlag í Norðhavnini í Ánunum norðureftir. Nýggja útfyllingin verður 85 metrar breið 274 metrar long.

Útfyllingin verður uttan bryggjukant, og fer at hava eina nýtsluvídd upp á 26.500 m2. Ætlanin er, at økið skal brúkast á sama hátt sum verandi havnarlag so sum fiskivinnuvirksemi, vanligt vinnuvirksemi og skipasmiðjuvirksemi. 

Grótið stavar frá arbeiðinum at gera tunlarnar norður um fjall. Kommunan ætlar at leggja flot við neti út fyri at forða fyri at spreingileidningar spjaðast á sjónum. 

Ein búlendislýsing av økinum er gjørd av Biofar. Niðurstøðan er, at eingi av búlendunum verða mett at vera sjáldsom.

Í málsviðgerðini er dentur lagdur á, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt, eitt nú útlátið av plasti og øðrum dálkandi evnum og at ampar av óljóði og ristingum verður avmarkað so nógv sum gjørligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo