Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá § 52a-fyrispurning nr. 79/2019 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rávørugóðsku.

Spurningurin var soljóðandi: 

1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu góðskan er á fiski, sum kemur um føroyskan kaikant, samanborið við grannalond okkara t.d. Ísland? 

2. Hvat heldur landsstýrismaðurin skal til fyri at betra um rávørugóðskuna?

3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta átøk í verk, sum eggja fiskiskipum at gera styttri túrar og útróðrarbátum at blóðga fiskin og brúka ís/ísvatn, og soleiðis koma til lands við feskari fiski?

4. Eru ætlanir at gera skipanir, sum gera tað lættari at skilja útróðrarfiskin?

Svar:

Til nr. 1: 
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við, at fiskur og annar matur, sum verður virkaður í Føroyum, er egnaður til matna. Endamálið er at ansa eftir, at fólk ikki gerast sjúk av mati, og tí fevnir eftirlit bara um at tryggja, at tað, sum verður framleitt til matna, ikki er heilsuskaðiligt at eta.

Øll matvøruframleiðsla skal sum meginregla løggildast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og starvsstovan hevur regluligt eftirlit við framleiðsluni. Góðskueftirlit er ikki partur av uppgávuni hjá starvsstovuni, og tí kannar starvsstovan sum so ikki góðskuna á vøruni. Góðskumetingin er hjá landingarmiðstøðunum. Starvsstovan hevur kortini staðfest í sambandi við ráfiskakanningar og heilsufrøðiligt eftirlit, at hagreiðingin og tískil eisini rávørugóðskan ikki eru góð og í summum førum beinleiðis vánalig. 

Í sambandi við spurningin eru serliga kunngerð um heilsufrøðiligan rakstur, viðgerð av fiski og fiskaúrdrátti og løggilding av fiskiførum og kunngerð um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi.

Hesi kunngerðakrøv skulu tryggja, at fiskurin varðveitir heilsufrøðiligu og sansabæru góðskuna í so stóran mun sum gjørligt og so leingi sum gjørlig. Ásetingar eru um dálkingarverju, vandaliga handfaring og goymslu, blóðging, kryvjing, vasking og køling. Tað er tann, sum hevur ábyrgdina av løggildingini av fiskifarinum, sum skal syrgja fyri, at fiskurin verður hagreiddur sum fyriskrivað. 

Góðskutrupulleikarnir á fiski standast serliga av blóðgingini, aldrinum á fiskinum, hvussu fiskurin er ísaður og skiltur, nøgdin av fiski í hvørjum kassa, innrættingin umborð og handfaringin á landi –  fiskurin er kroystur, blóð er í vevnaðinum, fiskurin er ikki rætt kruvdur og ikki allur innvølur er tikin úr fiskinum. Hetta eru alt lýti, um gera heilsufrøðiligu og sansabæru góðskuna munandi verri, og sum at enda elva til stórt fíggjarligt tap fyri skip, manning, virki og landið sum heild.  

Kanningar, sum eru gjørdar seinastu árini, vísa, at góðskan á føroyskum ráfiski er versnað, og at t.d. íslendskur saltfiskur er batnaður.  
 
Til nr. 2-4: 
Heilsufrøðiliga starvsstovan ásetur krøvini til rávørugóðskuna í eini vegleiðing, og mett verður í útgangsstøði, at hetta er rætta loysnin, tí sum er, er tað ikki uppgávan hjá starvsstovuni at tryggja goða rávørugóðsku.

Tað er vinnan sjálv, sum hevur ábyrgdina av góðskuni. Vanligar marknaðarkreftir avgera  góðskustøðið á endaliga produktinum. Framleiðslan og hagreiðingin av fiski fer tí í veruleikanum fram sambært tí, ið keyparar krevja. Um keyparar virðismettu hægri góðsku og vóru sinnaðir at gjalda meir fyri hágóðskufisk, áttu fiskifør at havt insitament til at skipa mannagongdir, ið tryggja høga góðsku. Kortini er altíð talan um eina javnvág millum hægri framleiðsluprís og betri søluprís. Tað hoyrist tí, at tað loysir seg ikki hjá skipum at gera íløgur í t.d. blóðgikør umborð á skipum, tí tað fæst kortini ikki betri prísur fyri fiskin. Onnur dømi eru tó um, at skip, sum hava gjørt íløgur í útgerð, og sum hava góðan fisk, sleppa skjótt av við fiskin, og eisini eru dømi um samstarv millum landingarmiðstøðir og útróðrarbátar, har góðskan er góð.

Avbjóðing er, at hini skipini, ið ikki hágóðska fiskin, eisini sleppa av við sín fisk fyri sama prís, tí virkini mangla fisk. Tá trot er á rávøru, og generella prísstøði á fiski hækkar, lækkar prísfyrimunurin við at framleiða hágóðskurávøru.

Spurningurin um at hækka góðskuna av føroyska fiskatilfeinginum er afturvendandi. 

Nevndu kanning staðfesta, at góðskan ikki er farin upp. Tað er ilt at siga, um hetta er tí at vinnan ikki megnar at lyfta góðskuna einsamøll, ella um tað er orsakað av einum marknaðarbreki, har hágóðska ikki fær prísfyrimun. Tað kann eisini vera, at tað snøgt sagt ikki loysir seg at framleiða hágóðsku til ein marknað, sum ikki vil gjalda fyri góðskuna. Úrslitið kann tó vera, at ov lítið fæst fyri okkara fiskatilfeingi.

Tað má vera eitt aðalmál hjá eini fiskivinnutjóð at fáa sum mest burturúr tí tilfeingi, sum hon hevur. Í útgangsstøði eigur vinnan sjálv at finna eina loysn á hesum máli. Men av tí at fiskivinna er vinna, ið fær tillutað veiðirættindi frá tí almenna, kann tað vera viðkomandi at fara undir at kanna, um hesin parturin av vinnuni skal skipast øðrvísi, so tilfeingið verður gagnnýtt til fulnar og fyri at fáa sum mest fyri fiskin.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 19. mai 2020
Helgi Abrahamsen landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo