Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Páll Klettskarð skoraði einasta málið, tá KÍ eftir tveir dystir vann samanlagt 1-0 á meistarunum úr Montenegro, og harvið spældi seg til 3. umfar í UEFA Conference League - Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

FSF: Tað hevur sum heild hilnast væl hjá føroysku liðunum í altjóða fótbólti í summar, og nú komið er til 3. umfar í UEFA Conference League, eru KÍ og B36 framvegis við í kappingini.

At tað gongst føroysku feløgunum væl í evropeiskum samanhangi, fegnast vit sjálvandi um, og tað er okkurt, ið bendir á, at vegurin til eitt bólkaspæl veruliga byrjar at hómast í havsbrúnni.

Men góða avrikini úti í heima hava eisini smávegis avbjóðingar við sær í heimligu kappingini.

Í fyrsta umfari blivu ársins ólavsøkudystir í Gundadali millum B36 og Skála, og HB og Víking, fluttir til sunnudagin 31. juli. Men nú er greitt, at dysturin millum HB og Víking enn einaferð er fluttur, og í staðin verður týsdagin 2. august klokkan 18:00.

Aðrir dystir, ið somuleiðis eru fluttir orsaka av evropeiskum fótbólti, er B68 – B36, sum skuldi vera á Svangaskarði sunnudagin 7. august. Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at hesin dystur verður útsettur til mikudagin 24. august.

Í 3. umfari í UEFA Conference League skulu klaksvíkingar royna seg móti FC Ballkani úr Kosovo, meðan B36 skal dystast við danska Superligafelagið, Viborg FF.

Mikudagin 3. august
Viborg FF – B36

Hósdagin 4. august
FC Ballkani – KÍ

Týsdagin 9. august
B36 – Viborg FF (á Tórsvølli kl. 19:00)

Hósdagin 11. august
KÍ – FC Ballkani (á Tórsvølli kl. 19:00)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo