Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Ein gøta er nú gjørd út á Hvítasand nærindis Boðanesgjógv. Sum flestu gøturnar er hon gjørd soleiðis, at hon liggur væl í lendinum og ávirkar náttúru og djóralív á staðnum so lítið, sum til ber.

Henda gøtan er er serstakliga snøgg og smoykir seg snøgt eftir lendinum. Skráin, har gamalt tilfar lá, er vorðin ein slætti, ið er skipaður við borðum/beinkjum úr gróti. Her fara mong at eta matpakka góðar summardagar.

Á býráðsfundinum 24. februar mælti borgarstjórin býráðnum til at taka undir við fíggjarnevndini um at raðfesta lendisgøtur í ár. Hesum var stór undirtøka fyri og hesar gøtur eru raðfestar í ár:

- Gøta í Hoydølum, frá Sanatoriivegnum til Hoyvíksvegin
- Gøtur, ið samanbinda verandi gøtukervi í Sortudíki
- Gøta í Viðarlundini í Gundadali
- Gøta oman á Sandagerði argjamegin
- Gøta niðan á Hoyvíksvøll frá Jørundargøtu
- Gøtuni kring vatnbrunnin í Havnardali
- Gøtan á Hvítasand, fylgiarbeiði

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo