At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Sunnudagin 28. juni hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór fyri fyrstu ferð eina heila konsert í Løkshøll. Skráin er sera fjølbroytt, og er mest krevjandi skráin, ið kórið higartil hevur framført - m.a. verður dupultkór av Johannes Brahms og Giovanni Gabriel á skránni, umframt fleiri spirituals. Harafturat verður eisini eitt nýskrivað kórverk fyri 8 røddir framført fyri fyrstu ferð. Talan er um verkið Gloria, sum kórleiðarin, Símun Hammer hevur skrivað.

Framførðslurnar hjá kórinum eru sermerktar. Kórið ger nógv burturúr at sjónliggera nakað av tí, ið verður sungið. Hetta sæst vanliga við serligum uppstillingum, flytingum og rørslum, sum ætlandi eru við til at gera heildarupplivingina enn betur.

Skráin skiftir millum klassisk og meiri nýmótans og rútmisk kórverk.

- Kórið, ið áður hevur vunnið fleiri føroyskar og altjóða viðurkenningar, skuldi eftir ætlan luttikið á OL fyri kór í Belgia í juli, men hetta er útsett til 2021, og vit gleða okkum tí sera nógv til at framføra meginpartin av ætlaðu OL skránni á konsertini í Løkshøll, sigur kórleiðarin, Símun Hammer.

Fyri at gera karmarnir rundanum konsertina til nakað serligt, bjóðar kórið eisini okkurt spennandi til góman frá kl.19.30. Sjálv konsertin byrjar kl. 20.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo