Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnudagin 13. desember – á sjálvum Lusiadegnum, hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór eina sera fjølbroytta jólakonsert í auluni í Finsen – kórið plagar at siga at tey syngja jólini inn. Kórið framførur nýggjar og gamlar jólasangir, og tey, sum áður hava verið til konsertir hjá kórinum, vita at kórið altíð ger sera nógv burtur úr jólakonsertunum – og í ár er sjálvandi onki undantak.

Fyri at nevna nakrir brellbitar úr skránni, so kemur tú m.a. at hoyra hesar: God rest you Merry gentlemen, Fagur himin (í spennandi útgávu), Maria visti tú, Drummer boy, Joy to the..... ja, tú veitst...og nógvir aðrir – og sjálvandi ikki at gloyma, teir allarmest kendu jólasangirnir. Kom og njót løtuna.

Gøtu Kirkju Ungdómskór hoyrir heima í Gøtu kirkju, men telur 32 ungdómar úr allari Eysturoynni og Norðoyggjum. Mongu heiðursmerkini frá altjóða kappingunum siga okkum, at hetta verður ein framúr konsert á høgum støði.

Orsakað av Korona støðuni sleppa einans 100 persónar til konsertina, soleiðis at tilmælini kunnu haldast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo