Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Stiðin: Suni F. Jacobsen er úr Gøtu og hann hevur yrkt fleiri sangir, sum eru fólkaogn. Hvør kennir ikki Per, sum fór til Havnar at keypa sær vøttir og fekk at vita, at um átta minuttir fer Másin avstað?

Nú mánakvøldið 6. desember kl. sjey verður høvi at hitta Suna í Fiskavirkinum í Gøtu, har bók hansara Løg til ymisk høvi verður løgd fram.

Í bókini prógvar Suni at hann er skald, tí har eru væl kendu yrkingar hansara, sum serliga komu til sín rætt tá Hermann Jacobsen og Flemming Samuelsen í V-4 sendingunum sungu tær inn í hjørtu okkara. Men maður kemur í mans stað, og nú í kvøld kunnu vit hoyra hvussu væl Heine Lützen lyftir arvin eftir teir.

Bókakápuna hevur Suni gjørt, og prógvar hon, at Suni er ein av okkara mætu listamálarum.

Men tað sum henda bók harumframt vísir, er at Suni er lagasmiður, og tí ein av føroysku komponistunum. Hann hevur gjørt tónleikaverk, løg til egnar yrkingar og til sangir hjá øðrum. Hesi løg hevur hann sjálvur skrivað niður í nótum, og hevur Dánjal Eysturstein reinskrivað, so tey kunnu nýtast av einum og hvørjum, sum spælir ljóðføri. Harumframt hevur Suni yrkt sangir til 90 onnur løg, og tey eru øll tikin við, soleiðis at vit nú hava fingið eina nýggja føroyska nótabók.

Henda bók fer at hava varandi virði. Men tá fólk um hundrað ár syngja Nú grópar Mikkjal upp Gøtudal, spyrja tey kanska hvør hesin Mikkjal er. Tá kunnu tey sláa upp í navnayvirlitið, sum Erling Isholm hevur gjørt so hegnisliga, at øll nøvn eru at síggja, og har stendur, at talan er um Mikkjal Helmsdal, sum var landsverkfrøðingur. Hetta er vorðin sum fongur hjá søgulærarum, sum nú kunnu fáa børnini at syngja Føroya søgu. Har eru eisini staðarnøvn, so vit kunnu síggja á hvørjari síðu Gøtudalur stendur - eins og Trælavatnsskarð!

Fiskavirkið í Gøtu 6. 12. 2021 kl. 19

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo