Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tykist sum at nøkur hava fingið ilt í dintilin av, at Gøtusóparin við Ráðhúsið hvørki er gjørdur av kendum myndahøggara ella kostar fleiri miljónir.

Vit løgdu mong til merkis, at tá borgarstjórin avdúkaði Gøtusóparan, gjørdi hann eitt stórt nummar burturúr, hvørki at kalla hann listarverk ella standmynd.

Hann kallaði konsekvent Gøtusóparan eitt minnismerki, ið var ein gáva frá Havnar Arbeiðarafelag.

Borgarstjórin greiddi eisini frá, at Gøtusóparin var upphugsaður av starvsfólkum hjá kommununi og skorin úr jarni á Skipasmiðjuni MEST.

Og hesum fáa nøkur ilt í reyvina av.

Summi halda, at hann skuldi verið evnaður av einum “veruligum” listafólki og gjørdur úr gulli.

VP hevur hoyrt onkran fugl syngja, at Gøtusóparin kostaði minni enn eina mánaðarløn hjá einum meðal býráðspolitikara at framleiða.

Til samanberingar kann nevnast, at standmyndin av Andreu Árting, sum skal avdúkast komandi kvinnudagin, helst fer at kosta millum 3 og 4 miljónir.

Og hon er eisini skorin úr eini jarnplátu.

Forrestin hevur onkur eisini brokkað seg um, at jarnplátan er ljót. Men tað er við vilja. Hon verður penari, sohvørt hon rustar. Tað er eginleikin hjá hasum jarninum. Tað terist ikki, men fær ein vakran rustreyðan lit uttaná, sum bara gerst vakrari.

Onkrum glógvar tó í. Kendi listarmaðurin Anker Eli Petersen hevði eina vakra heilsu til Gøtusóparan.

“Hattar er ikki ein standmynd, men ein skuggamynd, ið er ætlað at síggjast í myrkri. Ein vøkur kvøða til arbeiðsmannin, ið flestu okkara ikki varnast í tí dagliga - men sum vit sanniliga høvdu saknað, um hann ikki var har.

Ikki neyðvendigvís ein einstaklingur, men andin í tí, kanska anonyma, men tó kollektiva virkinum, ið heldur býin gangandi.

Ein mynd av ljósi og skugga, líka so stokkut sum løtan, tá eygað ber við ein gøtusópara og fer víðari í verkinum, hann leggur eftir sær.

Ein vøkur og virðilig mynd av teimum, ið halda Havnina reina, uttan at gera stórvegis vart við seg sjálvi.”

Soleiðis.

Ófatiligt, sum somu grenjini á Facebook kunnu niðurgerða alt, sum ikki er eftir teirra høvdi.

Gøtusóparin er reistur at heiðra manningina, sum í myrkrinum ger býin presentablan, so at vit hvønn dag vakna upp til eina reina og deiliga Havn.

Havnin skal jú skína!

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo