Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Mynd: Kringvarpið

Mynd: Kringvarpið

Hann eitur Poul Geert Hansen og er aðalstjóri í Mentamálaráðnum og hevur kostað føroyska skattgjaldaranum óteljandi tiggjutalsmilliónir krónur í gølukendum avgerðum.

Øll minnast yvirtrekkini á 100-tals milljónir krónur, sum kostaðu táverandi landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum høvdið og tí varð hann eisini seinni fluttur í Mentamálaráðið vegna vantandi samstarv við sin fyrisetta.

Í Mentamálaráðnum hava verið ein gøla fyri og onnur eftir, og minnast tey flestu helst, tá ið føroyskir næminigar vóru sleptir uppá fjall av teldu í Kanada, sum brádliga var off-line.

Nú hevur so Hægsti Rættur felt dóm í máli um filippinskan sjómann sum aftur kostar føroyska skattgjaldaranum milljónir krónur í 10-tali, har hesin aðalstjóri enn einaferð vísti seg hava framt eitt álvarsligt tænastumissbrot í sinum fyrrverandi starvi í Heilsumálaráðnum.

Meðan hann var aðalstjóri í Heilsumálaráðnum valdaði totalt kaos á Landssjúkrahúsinum, har yvirtrekk og innanhýsis ósemjur vóru gerandiskostur.

Og hann heldur bara fram og øll yppa bara øksl.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo