Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bygdarfelagið Ljósið: Haraldssund er gomul kyndilsmessubygd, og í øldir hava fólk í Norðoyggjum leitað til Haraldssundar á Kyndilsmessu.

Eina tíð fall hesin siður burtur, men í 2007 var hesin siðurin tikin upp aftur. Tað var Felagið Skarðsbygd og Bygdarfelagið Ljósið, ið skipaðu fyri hesum dansinum.

Dansurin var sera væl móttikin, og fleiri dansifeløg hava nú sett kyndilsmessudansin í Haraldssundi á sína vetrarskrá.

Tó hevur tað ikki altíð gingið so væl, bæði í 2014 og 2015 mátti dansurin avlýsast, tí veðrið var ov ringt.

Veðurforsøgnin sær betur út í ár, og vónandi fer dansurin at eydnast væl. Í ár verður dansurin í bygdarhúsinum í Haraldssundi fríggjakvøldið tann 29. januar kl.22.00. Tað er Bygdarfelagið Ljósið, ið skipar fyri.

Fyrireikararnir eru glaðir fyri, at tað hevur eydnast at endurreisa hesa gomlu siðmentan í bygdini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo