At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Í august í ár vóru 27.147 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru góðar 10.400 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Talið av gistináttum hjá dønum vaks í august við 56% í mun til sama mánað í fjør, meðan talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist. 

Síðan korona rakti hava føroyingar átt bróðurpartin av gistingunum, men í august áttu føroyingar einans 11% av gistináttunum. Tað er umleið á sama stigi, sum tað var í august 2019.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo