Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Íverksetarahúsið: Mikudagin tann 16. mars varð ársaðalfundurin 2022 hildin í Íverksetarahúsinum. Rannvá Troest, forkvinna, legði sína formansfrágreiðing fram, har hon legði dent á virksemið, ið hevur verið seinasti árið. Hóast virksemið hevur verið rakt av korona, so hevur tað eydnast at hildi tey stóru tiltøkini, sum vórðu sett á skrá, hóast fleiri smærri tiltøk vórðu avlýst og onnur netborðin.

Nógv virksemi er í Íverksetarahúsinum, og fleiri og fleiri íverksetarar leita sær ráð/íblástur her, leiga arbeiðsstað og luttaka í tiltøkum, sum verða fyriskipaði í húsinum og aðrastaðni í landinum. Tað at Fjarnám eisini húsast í Íverksetarahúsinum hevur við sær, at fleiri lesandi hvønn dag arbeiða her. Afturat hesum verður húsið til tíðir leigað ella lánt út til fundar- og skeiðsvirksemi.

Samanumtikið fegnaðist forkvinnan um, at virksemið hjá Íverksetarahúsinum gongur væl. Nevndin er til reiðar at fara undir eitt nýtt og spennandi nevndarár, har nógv áhugavert er á skránni. Í nevndini eru: Rannvá Troest, forkvinna, (UVMR), Nikolas Olsen, nevndarlimur (Klaksvíkar kommuna) og Eva Skeel Nolsø, nevndarlimur (Føroya Tele).

Eftir formansfrágreiðingina greiddi Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri, frá virkseminum í 2021. Sigrun legði, eins og forkvinnan, dent á, at hóast virksemið í 2021 hevur verið nógv merkt av korona, hevur tað eisini gjørt tað møguligt at arbeitt meira miðvíst við at skipa umstøðurnar í húsinum og skapa meira trivnað og samanhald millum tær íverksetarafyritøkur, ið húsast í Íverksetarahúsinum. Av hæddarpunktunum í 2021 kunnu nevnast:

• SkúlaFM finalan, ið varð hildin 16. februar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tiltakið var uttan áskoðarar, men bleiv stroymt. Tað gleðiliga var, at tiltakið var sera sjónligt í fjølmiðlunum, m.a. gjørdi KVF eitt áhugavert tíðindabrot í Degi og Viku. Vinnararnir av SkúlaFM fingu høvi at luttaka í DM í Íverksetan, NextLevel finaluni í apríl mánaða. Hendan luttøkan gekk framúr væl og okkara vinnarar av Skúla FM, Duel frá Nám X, vunnu kappingina, har næmingarnir kappaðust ímóti skúlum úr Danmark. Vegna korona var hendan kappingin netborðin, men Íverksetarahúsið hevði skipað so fyri, at kappingin varð hildin í Íverksetarahúsinum, har næmingarnir, sum kappaðust, bjóðaðu floksfeløgunum við til tiltakið. At bólkurin megnaði at vinna, var við til at seta enn meira fokus á SkúlaFM og harvið íverksetan í Føroyum. Íverksetarahúsið ger á hvørjum árið nógv burturúr at eftirmeta saman við skúlunum, soleiðis at tiltakið og fyrireikingarnar gerast betur og støðið hægri fyri hvørt ár.

• Ársins Íverksetaradagur varð hildin í Norðurlandahúsinum í september mánaða við fokusi á KT-vinnuna. Tiltakið var sera gott við nógvum áhoyrarum. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, bjóðaði vælkomin og landsstýrismaðurin í vinnumálum Magnus Rasmussen setti dagin. Høvuðstalarin var íverksetin Rúnar Reistrup, og eisini vóru tvær aðrar framløgur; onnur við Jákup Brúsá, serfrøðingi innan talgilda marknaðarførslu og hin við Maibritt Højgaard, íverkseta og sálarfrøðingi. Bárður av Steig Nielsen, løgmaður, handaði granan til Ársins Íverkseta 2021, sum hesaferð gjørdist Breyðvirkið, ið veruliga hevði uppiborið hendan heiður.

• Hópfígging, sum nú hevur meira enn 2 ár á baki, hevur í 2021 fingið alsamt størri undirtøku millum føroyskar vinnuspírar. Skipanin hevur útvið 3.000 stuðlar og stuðulsupphæddin nærkast 3 milliónum.

• Stórt arbeiði hevur verið lagt í nýggja Íverksetaraportalin í 2021, og portalurin er nú á gáttini at verða liðugur. Eins og Hópfígging verður Íverksetaraportalurin eitt sera gott amboð hjá vinnuframaskipanini og ikki minst hjá íverksetum.

Íverksetarahúsið er seinnu árini vorðið meira kent um alt landið, og hetta er sjálvandi eisini eitt av okkara høvuðsmálum. Koronatíðin hevur ruskað í hegnpelarnar, sum í áratíggju hava sett mørkini millum vinnugreinar og millum arbeiði og frítíð, og hevur samstundis gjørt stóra lopið frá íverksetaradreyminum til veruleika nógv minni.

At jørðin undir vanliga arbeiðslívinum knappliga fór at ristast, hevur eisini givið nøkrum fólkum eina útpurring og sett nýggjar tankar í gongd. Um so er, at hesir nýggju tankar snúgva seg um at fara undir nýtt vinnuvirksemi, so skal Íverksetarahúsið verða eitt tað fyrsta, sum komandi íverksetin skrivar á pappírið.

Íverksetarahúsið ynskir áhaldandi at verða sjónligt í føroyska samfelagnum, og framhaldandi vera við til at skapa nýggj samstørv øllum Føroyum til gleði og gagns.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo