Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Farið verður nú undir at gera gongubrýr tvørtur um Sandá í Havnardali. Býráðið skal í kvøld taka støðu til at játta 1. mió. kr. til endamálið.

Grøna økið og viðarlundin í Havnardali er nógvum til mikla gleði í gerandisdegnum. Sandá rennur ígjøgnum økið, og hon er eitt eyðkenni fyri Havnardal.

Sum nú er, eru gonguleiðir lagdar inn í lendið báðumegin áarbakkan, men ongar gongubrýr eru gjørdar yvir um ánna. Hetta ger tað torført og til tíðir vandamikið at koma sær yvirum.

Sambært frílendisætlanini fyri økið, hevur júst hetta sambandið yvirum ánna ein berandi leiklut í upplivingini, tá ið fólk njóta vælumtóktu náttúruna í økinum.

Í fyrstu atløgu verður mett ráðiligt, at tríggjar brýr verða gjørdar í økinum.

Økið er í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu lagt av til almenning, náttúrufriðingar- og mentanarlig endamál og tílíkt. Náttúrufriðingarmyndugleikin skal hoyrast og geva loyvi til brýrnar.

Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo