

Arbeiðið at byggja nýggja tyrvingarstøð í Nýggjheiðum, sum er ímillum Vestmanna og Kvívík, gongur eftir ætlan, upplýsir stjórin í IRF, Poul Andrias Joensen fyri VP.
J & K Petersen ger arbeiðið sum væntandi verður liðugt seint næsta ár. Talan er um eitt samstarv ímillum KOB og IRF, og støðin fer tí at taka ímóti tí sum skal tyrvast frá øllum landinum.
Byggingin er í tveimum stigum. Fyrsta byggistig umfatar tyrving av tilfari, sum ikki kann brennast ella endurnýtast. Annað byggstig umfatar móttøku, viðgerð og tyrving av rottangaevju. Samlaði kostanaðurin verður um 100 milliónir krónur, sigur IRF stjórin.
Arbeiðið sum gongur fyri seg beint nú snýr seg um at leggja frárenslið sum skal út á streymasjógv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo