Bara tríggir metrar vóru boraðir av Sandoyartunlinum streymoyarmegin í síðstu viku. Sandoyarmegin øktist longdin við 48 metrum, og nú eru boraðir tilsamans 10.317 metrar, boðar tunnilsfelagið frá.
Samlaða longdin er 10.786 metrar, so nú eru 469 metrar eftir at bora.
Teir rendu seg herfyri í vánaligt tilfar streymoyarmegin, og tí hevur tað gingið seinni enn ætlað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo