Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Aftur í ár taka almennir danskir bygningar feil av degnum, nær Merkið skal vindast á stong. Í øllum førum í bygninginum har Det Kongelige Danske Videnskabernes Selskab og Carlsbergfondet halda til, verður í morgun flaggað við føroyska flagginum, Merkinum, ein mánaða áðrenn flaggast skal.

Tað vísa myndir, sum VP hevur fingið sendandi frá lesarum í Danmark.

VP hevur ringt til móttøkuna hjá Det Kongelige Danske Videnskabernes Selskab og Carlsbergfondet, og har sigur móttøkufólkið, at tað stendur í kalendaranum, at flaggast skal 29. Juli - sum er um ein mánaða. Men tá viðkomandi so fer út á trappuna at hyggja sær hon, at Merkið hongur uttanfyri.

- Tað skal eg straks syrgja fyri, verður tikið niður, sigur hon við VP.

Hon dugir ikki at siga, hvussu tað ber til, at Merkið er vundið á stong uttanfyri, tá tað nú stendur í kalendaranum hjá teimum, at tað er 29. juli, flaggast skal.

- Tey boðini eru so ikki komin fram til rætta viðkomandi.

Umtalaði bygningur liggur á H.C. Andersens Boulevard, skamt frá Ráðhúsplássinum.

Tað hava annars ikki verið so fáar gølur í samband við føroyska flaggdagin í Danmark, sum táverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, tók stig til á vári 2016. Fyrst vóru litirnir skeivir, síðani var dagurin skeivur, og er hesin eftir øllum at døma ikki komin heilt at sita sum hann skal hjá øllum enn.

Málið hevur verið mikið álvarsligt, at tað fór uppá politiskt stig. Í fjør hendi sami feilur hjá fleiri almennum, donskum bygningum, og tá segði Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, at tað var pínligt og respektleyst, og hann setti fleiri spurningar um tað í fólkatinginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo