Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Góðar 16 milliónir krónur lógu eftir hjá móðirfelagnum hjá Ennibergi, Ametyst og Havborg. Felagið, sum eitur Farcod, eigur eisini helvtina av SMS.

Úrslitið er heldur lakari enn árið frammanundan, tá stívliga 18,5 mió kr.

Sagt verður í frágreiðingini, at støðan í Russland og Ukraina kann fara at fáa avleiðingar fyri framtíðina hjá konsernini, sagt verður ikki á hvønn hátt, men hugsað verður helst um fiskivinnusamstarvið ímillum Russland og Føroyar. 

Verksmiðjutrolarin Enniberg, sum eisini fiskar í russiskum sjógvi, spýtir lutfalsliga nógv mest í samlaða úrstlitið hjá konsernini.

Fíggjarstøðan hjá Farcod javnvigar við 341 mió kr og eginognin var við ársbyrjan 244 mió kr.

Kaj Johannesen er stjóri í felagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo