Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Lemmavirkið í Vági hevði eitt av sínum góðu árum í fjør, tá 1,3 milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni eftir skatt. Tað skal samanberast við 1,2 mió kr eftir skatt árið fyri.

- Høvuðsvinna felagsins er at reka framleiðsluvirksemi innan fiskireiðskap, sigur ársfrásøgnin, og heimasíða felagsins leggur afturat, at alt arbeiðið á Rock verður gjørt í Føroyum. Rock er ein føroysk fyritøka, og tað íkast, ið fyritøkan gevur tí føroyska samfelagnum og nærumhvørvinum í Suðuroynni, ikki kann gerast upp í krónum og oyrum, og tí er spurningurin um útveiting av framleiðsluni, ikki áhugaverdur, sum sagt verður.

Fyritøkan hevur við fáum undantøkum havt positivan rakstur seinastu 14 árini, har miðalyvirskotið eftir skatt hevur 664 tkr, har bruttovinningurin er støðugt vaksin og har at kalla ongin rentuberandi skuld er.

Fíggjarstøðan javnvigar við 11,5 mió kr og eginognin var við ársbyrjan 9,1 mió kr.

Hans Jákup í Líðini er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo