Vit skulu heili 13 ár aftur í tíðina fyri at finna eitt betri ár enn tað, sum partafelagið Skemman kundi leggja fyri dagin tá gjørt varð upp fyri árið í fjør.
Bruttovinningurin vaks við tveimum milliónum og endaði á 17,4 mió kr. Og tá allar útreiðslur annars minkaðu, harundir eisini starvsfólkakostnaðir, so lá meira eftir enn árið fyri. Ársúrslitið, tað vil siga vinningur eftir skatt, vaks úr 5,4 mió kr í 2019 til 7,5 mió kr í 2020.
Skemman er væl fyri við ongari skuld, eini fíggjarstøðu ið javnvigar við 20,8 mió kr, og eini eginogn uppá 14,4 mió kr.
Skemman er dóttirfelag hjá íslendska Rúmfatalagerinn Ehf hjá Jákupi á Dul.
Dan Hansen er stjóri í Skemmuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo