Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum døgum verður nógv viðmerkt um, hvussu ein fær tak yvir høvdið, og hvussu nógv tað eigur at kosta.

Krøv verða sett fram um, at húsaprísirnir eiga at vera so og so lágir, so ”vit” hava ráð at setast í búgv.

Sjálvur minnist eg sum ungdómur, at fyrst og fremst skuldi ein tjena og kempa fyri at fáa egin hús, seta seg í búgv, fáa familju og:”Vís so, hvat dugir til”!

Havi ikki prógv fyri, hvussu væl alt eydnaðist, men haldi, at endaliga úrslitið er rímuligt.

Í einum parti av tíðini fekk eg roynt trupulleikan við búðplássi

Í 1963 eftir lokna skúlagongd fekk eg starv á Náttúrugripasavninum. Fór í desember við Tjaldrinum til Keypmannahavnar í læru á Zoologisk Museum. 

Har skuldi fáast innivist, men mannagongdina kendi eg onki til.

Men har fekk eg hjálp og vegleiðing frá javnaldra og granna úr Skálavík, so aftaná stutta tíð kundi eg leita sjálvur.

Tey bestu búrúmini fóru sjálvsagt burtur fyrst, og eg fekk roynt onkur ikki so innbjóðandi kømur.

Í einum føri leitaði eg út í Tingbjerg í Brønshøj. Har var ávíst kamar í Bygårdstræde hjá eldri pari, hann pensioneraður bussførari, meðan hon seymaði fyri Daells Varehuur.

Men her var ikki so góð móttøka.

Tey hoyrdu á málinum, at eg var ikki danskari og spurdu tí, hvaðan eg var. 

Eg segði Føroyum!

”Det var ikke så godt” 

Hví spurdi eg? 

”Fordi vi lige har haft en færing boende her, og han forsvandt uden at betale”!

Eg noyddist av mínari lærlingaløn gjalda tvær mánaðarleigur í depositum + eina fyri komandi mánað!

Men tað gekk, tí ein var uppaldur við málinum:

”Klára teg sjálvur”!

Eyðun Mohr Viderø

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo