Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hyggja vit eftir roknskapunum fyri 2015 hjá báðum feløgunum, Atlantic Airways og Vága Floghavn, so sæst at lønirnar hjá starvsfólkunum í báðum feløgunum eru rættiliga góðar.

Viðvíkjandi Atlantic Airways sær soleiðis út:

- Management wages (stjóri+varastjóri)) 4,114 mill. + bonus 117.000 kr + pensjón 461.000 kr = 4,962 milliónir krónur.

- Board wages (nevndin) = 1,060 milliónir krónur.

- Miðalløn starvsfólk + leiðsla (173 fólk) = 53,751.00/mánað/starvsfólk.

Viðvíkjandi Vága Floghavn sær soleiðis út:

- 37 starvsfólk

- Starvsfólkakostnaður = 20,195.205 milliónir krónur.

Meðal mánaðarløn = 45,484.00/mánað/starvsfólk.

Tað er ein grund til at miðallønin í Atlantic er so høg og kemur hetta ikki bara av at Management fær eina fúla løn, tað er ein ávísur starvsfólkabólkur í AA sum er orsøkin.

Miðallønin átti hóskandi at ligið niðri á eini 35,000.00 kr um mánaðin. Hetta hevði hjálpt munandi væl til at fingið ferðaseðlaprísin niður á eitt sømuligt støði.

Um miðal mánaðarlønin per høvd lækkar við 10,000 kr:

Árlig sparing = 173X10000X12= 20,760.000

Við 15.000 kr: Árlig sparing = 173X10000X12= 31,140.000

Vinningur per flutt ferðafólk fyri 2015: 17,600.000/276385 = 63.68 kr per ferðafólk.

2015-úrslit eftir skatt 17.6 milliónir krónur.

Tá ið tað gekst eitt sindur tungt hjá Atlantic Airways fyrst í nítiárunum gingu øll starvsfólkini við til at taka eina lønarlækking sum vardi í nøkur ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo