Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynd send saman við tekstinum

Mynd send saman við tekstinum

Mynd send saman við tekstinum

Gott stig á vegnum Annika Olsen. Men hvar er forkvinnan í byggi- og býarskipanarnevndini?

Eigarafeløgini undir Kongavarða fegnast um, at Annika Olsen, borgarstjóri, nú vil endurskoða ætlaðu byggingina undir Kongavarða. Men enn er einki broytt, og grannarnir og eigarafeløgini gevast ikki á hondum, fyrr enn býráðið sleppur verandi ætlan.

Í vikuni kom Annika Olsen, borgarstjóri, alment út við einum lyfti um at kanna, um ein betri loysn finst á ætlaðu íbúðarbyggingini undir Kongavarða.

Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða fegnast almikið um lyftið frá borgarstjóranum, men kenna seg ikki trygg við støðuna so leingi uppskotið liggur til samtyktar.

Lyftið frá borgarstjóranum at kanna málið er í sær sjálvum eingin trygd fyri at verkætlanin ikki verður framd í verandi líki, um býráðsmeirilutin ynskir tað.

Uppskotið um at broyta byggisamtyktina undir Kongavarða, so hon loyvir ørvitisætlanini í óbroyttum líki, liggur enn frammi.

Í øllum hesum hava vit enn einki hoyrt frá uppskotstillaranum, forkvinnuni í byggi- og býarskipanarnevndini, Marin Katrinu Frýdal, sum at síggja til framvegis heldur røttu loysnina á bústaðartrupulleikanum í Havn vera at lata privatan byggiharra byggja 94 barakklíknandi íbúðir á einum øki ið einans rúmar 30 íbúðum. Og enn hevur borgarstjórin ikki bremsað hesari ætlan, bert lovað at kanna aðrar møguleikar.

Tí kenna grannarnir undir Kongavarða seg als ikki tryggar við støðuna, og ein bólkur av grannum hevur tikið seg saman um at savna undirskriftir ímóti ætlaðu verkætlanini hjá býráðnum.

Til ber hjá øllum at skriva undir áheitanina á Tórshavnar býráð um at steðga ørvitis verkætlanini undir Kongavarða her ímeðan tíð enn er: trýst her

Undirskriftirnar verða handaðar Anniku Olsen, borgarstjóra, mikudagin 28. august.

Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo