Veðrið komandi vikuna verður eyðkent av lítlum vindi, fyrst av vesturætt men seinnu helvt av vikuni av landsynningi og eystri.
Í dag minkar vindurin sum frálíður og tað slítir í.
Í morgin fer at regna ein stóran part av degnum, fleyr til gul av ymsum ættum, seinni mest vestan, hitin um fimm stig.
Týsdagin vesturætt, lot til frískan vind, sól ein stóran part av degnum og hitin um fimm stig.
Mikudagin fleyr til gul vestaneftir, turt fyri tað mesta og sólglottar, hitin upp í 7 stig.
Hódagin mest skýggjað, gul av vestri sum lækkar niður í sunnan, hitin upp í 8 stig.
Fríggjadagin fer hann eysturum, sum frálíður mest landsynningur, gul til frískan vind, hitin um 8 stig.
Næsta leygardag verður mestsum stilli, ein ond eystaneftir kanska og hitin upp í 9 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo