Ljós hevur ikki sæð myrkur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Í farnu viku hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag eina áskoðan um stóra tørvin á arbeiðsmegi, sum er ein stór avbjóðing fyri bæði vinnuna og almenna geiran. At rætta arbeiðsmegin ikki er tøk, er ikki nakað nýtt. Tørvurin hevur verið eyðsýndur í mong ár.

Føroya Arbeiðsgevarafelag kann ikki annað enn stórliga fegnast um, at fleiri politikkarar taka málið upp til kjak. Kjakið er so sera tiltrongt.

Løgtingsmaðurin Bill Justinussen vísir á, at gott hevði verið at fingið eina gjølliga lýsing av tørvinum eftir arbeiðsmegi, eins og frágreiðingin, sum Búskaparráðið lat úr hondum herfyri um ávísar partar av almenna geiranum. Hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við.

Løgtingsmaðurin Jaspur Langgaard vísir somuleiðis á, vinnulívið, stovnar og onnur ikki fáa nóg nógva ella hóskandi arbeiðsmegi. Hann vísir á, at tað leggur fótonglar fyri búskaparvøksturin, og at fyritøkurnar fáa ikki nóg nógv burtur úr teimum íløgum, tær hava gjørt í vinnutól o.a. Tó vísir hann eisini á tann trupulleikan, at vit ikki hava nokk av bústøðum til føroyingar og til útlendsku arbeiðsmegina, sum mátti komið hendavegin, og hann heldur ”at vinnulívið átti at lagt orkuna í at bygt bústaðir”.

Løgtingsmaðurin er beinrakin við at vísa á bústaðartørvin, tí hann er stórur. Men vit mugu spyrja okkum hvat kemur fyrst - hønan ella eggið? Starvsfólk skulu til fyri at byggja bústaðirnar, sum stórur tørvur er á, og um hesi starvsfólk ikki eru tøk í Føroyum, mugu vit fáa starvsfólk úr útlandinum at hjálpa okkum við byggingini.

Annars kann Føroya Arbeiðsgevarafelag leggja afturat og undirstrika, at tað er ikki bert byggivinnan sum tørvar arbeiðsmegi. Flakavirkir og framleiðsluvirkir yvirhøvur tørva arbeiðsmegi, gistingarhús og matstovur somuleiðis. Handilsvinnan lýsir hvønn einasta dag eftir starvsfólkum. Sjóvinnan tørvar starvsfólk. Listin er alin langur.

Við vón um gott kjak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo