Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Komandi sunnukvøld 22/12, verður einasta høvið í ár, at hoyra samlaðu jólaskránna hjá Gøtu Kirkju Ungdómskóri.

Skráin er fjølbroytt, við klassiskum og nýklassiskum jólaløgum-/verkum, men tað er vert at framhevja Italienska tónaskaldið Giovanni Gabrieli, ið livdi frá 1554-1612. Hansara verk ikki hava ikki verið ofta framførd í Føroyum áður, men í ár framførir kórið eitt av hansara sonevndu 'meistaraverkum', nevniliga Jubilate Deo í fullari útgávu (tað finnast minst tríggjar styttri), ið er skrivað fyri dupultkór, har kórið verður deilt upp í 2 sjálvstøðug kór.

Vert er eisini at minna á, at kirkjan plagar at vera stúgvandi full, so set 22.des. kl. 19.30 av í kalendaranum og møt tíðliga, um rætta plássið skal fáast.

Kórið hevur vant nógv til konsertina, og verður sum altíð, sera væl fyrireika, til at geva áhoyrarunum tí best møguligu jólakonsertina.

Umframt kórið hava nakrir tónleikarar ein leiklut saman við kórinum, hesir eru: Rúni og Jóhann Hentze á Trompet, Jóhanna Johannesen á orgul og klaver, Frida Hammer á klaver.

Kórleiðari og organistur verður Símun Hammer
Kirkjukonsertir eru jú ókeypis, men tað verður sjálvandi høvi at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum

Eftir jólakonsertina verður bjóða til ein drekkamunn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo