Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hvønn einasta dag í viku savnast fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum í tilhaldsstaðnum “Gloym meg ei”, sum heldur til í Gøtubrá í Norðragøtu.

Hesir brúkarar koma úr ymiskum støðum í nánd av Gøtubrá, og brúka tíðina til aktivt handaligt virksemi av ymiskum slagi og aðra sosiala samveru.

Ein partur av hesum virksemi er at gera prýðislutir av ymiskum slagi, teppir, kort til føðingardagar og aðrar hátíðardagar, bara fyri at nevna nakað.

Nú stendur goymslan av hesum lutum til at bresta, og tí verður skipað fyri teirri árligu jólasøluni seinnapartin í dag.

Henda jólasølan byrjar í dag klokkan 15, og er opin heilt fram til klokkan 19. Hetta merkir so aftur, at fólk kunnu støkka inn á gólvið eftir loknan arbeiðsdag.

“Gloym meg ei” heldur til í kjallaranum hjá eldrasambýlinum Gøtubrá, sum liggur ovarlaga í Norðragøtu.

Eitt er vist: Kemur tú á gátt í Gøtubrá í dag, er rættiliga vist at tú finnur okkurt, sum kann gleða onkran á jólum!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo