Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein tunnil úr Gøtudali til Skálabotn, ella úr Kambsdali til leiðina millum Fjarða, hevur verið í umbúna í fleiri áratíggjur. Áðrenn Eysturoyartunnilin kom upp á tal, tyktist ein tílíkur tunnil áhugaverdur, tí hann hevði stytt og bøtt munandi um farleiðina úr Norðoyggjum og eysturbygdunum á Eysturoy (Fuglafirði, Leirvík og Gøtu) til stórar partar av landinum, íroknað Havnina og flest onnur støð kring oyggjarnar.

Eysturoyartunnilin broytir tó fortreytirnar fyri einum gøtudalstunli, tí í framtíðini kann stórur partur av ferðsluni, sum í dag fer umvegis Skálabotn og Norðskálatunnilin til Havnar og aðrastaðnis í landinum, væntast at fara umvegis Eysturoyartunnilin í staðin.

Víst hevur verið á, at Eysturoyartunnilin fer at føra øktar ferðslutrupulleikar við sær í oynni, serliga í Runavík, har ferðsluumstøðurnar frammanundan eru truplar.

Sambært Landsverk er Gøtueiði, nú sum áður, eisini ein vansi fyri ferðsluna, sum blívur størri, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í brúk. Vegurin um eiðið liggur 135 metrar yvir sjónum og er brattur. Ein annar vansi er, at ferðslan skal ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv, sum eisini er skúlaleið.

Ferðsluligi týdningurin av Gøtugjógv og Gøtueiði kemst av, at vegurin har er einasta farleið, sum í dag bindur Norðoyggjar og tær stóru bygdirnar eystantil á Eysturoy saman við restina av landinum.

Komin um Gøtueiði og út á Skipaneskrossin er teinurin til Eysturoyartunnilin munandi styttri út eftir eystara armi á Skálafjørðinum (til munnan í Rók), enn um koyrast skal runt um fjørðin til vestara tunnilsmunnan (á Strondum) – sí Mynd 1 (niðanfyri greinina).

Tí vil størsti parturin av hesi ferðslu velja at koyra tann styttra teinin eftir eystara armi á Skálafjørðinum, hóast ferðslan her verður darvað av at skula ígjøgnum fjølbygd strekkir, meðan teinurin á vestara armi fyri stóran part liggur í óbygdum við fáum forðingum.

Landsverk hevur mælt til at bøta um hesi viðurskifti við at gera ein tunnil – Gøtudalstunnilin – millum Gøtudal og Ánir, nær Skálabotn. Hesin tunnil styttir farleiðina til vestara arm á Skálafjørðinum, og ferðslan norðaneftir til Havnar kann tá velja at fara hendavegin fyri at sleppa undan bygda økinum við Gøtugjógv, Gøtueiði og trongslinum út eftir eysturarminum á fjørðinum.

Í síni seinastu samferðslufrágreiðing nevnir Landsverk eisini nakrar aðrar alternativar “loysnir” fyri at bøta um ferðslutrupulleikarnar har á leiðini, men mælir tó til loysnina við Gøtudalstunlinum.

Óivað ljóðar henda loysn sum søtur tónleikur fyri mong. – Men er hetta nú tann besta loysnin undir verandi fortreytum?

Fyri at svara hesum spurningi er neyðugt at greina eina røð av grundleggjandi viðurskiftum, og niðanfyri skal eg royna at lýsa nøkur teirra. Her vil eg samanbera Gøtudalstunnilin við eina av hinum loysnunum, har tað í staðin verður gjørdur ein nýggjur umkoyringarvegur úr Gøtudali út á Gøtueiði – sí Mynd 2 (niðanfyri greinina).

Verandi bústaðar- og ferðslumynstur:
Sum høvuðsstaður og nógv tann størsta búseting í landinum telur Tórshavn sjálvandi tungt í ferðsluhøpi, og landsins høvuðsferðslukervi peikar í stóran mun til og frá Havnini. Soleiðis er eisini við Eysturoyartunlinum.

Men fólk hava ikki einans tørv á at koyra til og frá Havn. Tað verður eisini koyrt millum aðrar bygdir/býir og landslutir uttan fyri høvuðsstaðin. Hetta kann millum annað lýsast við verandi ferðslu til og frá eystara armi á Skálafjørðinum.

Tað búgva eini 16.000 fólk í samlaða økinum í ein landnyrðing úr Havnini, harav stívliga 6.000 í Norðoyggjum og nakað tað sama kring Skálafjørðin, meðan sløk 4.000 fólk búgva eystantil á Eysturoynni. Hyggja vit nærri at hesum tølum, búgva úti við líka nógv fólk á eystara armi á Skálafjørðinum (umleið 4.300), sum í Klaksvík (4.800), meðan stívliga 1.900 fólk búgva á vesturarminum á Skálafjørðinum og stívliga 3.600 samanlagt í Fuglafirði, Leirvík og Gøtu. Til samanbering búgva umleið 4.600 fólk í allari Suðuroy, og í bygdunum í Norðureysturoy og Sundalagnum búgva samanlagt úti við 3.000 fólk.

Eitt áhugavert ferðslumót í hesum høpi er rundkoyringin undir Gøtueiði – lokalt kend sum Skipaneskrossurin. Sum nevnt fer øll ferðsla, sum í dag skal úr Norðoyggjum og teimum størru bygdunum eystantil á Eysturoynni til aðrar partar av landinum, umvegis Gøtueiði – og umvegis Skipaneskrossin.

Landsverk gjørdi í nógv ár neyvar og landsumfatandi ferðsluteljingar, sum vórðu almannakunngjørdar í árligum ferðslufrágreiðingum. Tíverri koma tílíkar frágreiðingar ikki longur, men fram til 2012, tað er 6 ár eftir at Norðoyatunnilin varð tikin í brúk, vístu ferðslutølini kring Skipaneskrossin eina støðuga mynd, nevniliga at av tí samlaðu ferðsluni norðaneftir vóru líka nógv akfør, sum koyrdu út eftir sum inn eftir fjørðinum frá rundkoyringini har. Ferðslusamskiftið norðaneftir var altso líka stórt við eystara arm á Skálafjørðinum, sum við alla restina av landinum – íroknað Havnina.

Tølini eru eyðsæð størri í dag enn í 2012, men einki bendir á, at lutfallið er ella verður stórvegis broytt. Tvørtur ímóti, so benda framroknaðu ferðslutølini hjá Landsverki á, at umleið líka nógv ferðsla fer framhaldandi at koyra um Gøtueiði (3.900 akfør, til eystara arm á Skálafjørðinum), sum gjøgnum Gøtudalstunnilin (4.000 akfør, til Havnar, vesturbygdirnar á Skálafjørðinum, Norðureysturoy, Sundalagið og aðrastaðni), um og tá hesin tunnil verður gjørdur og tikin í brúk – sí Mynd 1.

Her skal bítast merki í, at ferðslan í Gøtudalstunlinum (4.000 akfør) ikki einans fer til Eysturoyartunnilin, men ein munandi partur fer aðrar vegir. Tølini vísa sostatt, at ferðslan norðaneftir er – og verður – nógv minni til Havnar (ábendingar eru um, at talið liggur umleið 1.500, sí seinni) enn til eysturarmin á Skálafjørðinum (3.900 akfør) og eisini væl minni enn til vesturarmin á Skálafjørðinum, Norðureysturoy, Sundalagið og aðrastaðni (2.500 akfør, tað er tann ferðslan í Gøtudalstunlinum, sum ikki skal í Eysturoyartunnilin). Tá Landsverk í sínum samskifti við almenningin skírir ferðsluna norðaneftir til Eysturoyartunnilin sum “høvuðsferðsluna”, skal hetta hugtak tí takast við fyrivarni.

Hetta eigur ikki at undra nakran, tí umframt at vera treytað av fólkatali eru ferðslutøl sera nógv tengd at til dømis fjarstøðu millum bústaðarøkir og at tørvinum at ferðast millum bygdir/býir. Sum dømi kunnu vit spyrja, hvussu nógv havnarfólk kenna tørv á at koyra dagliga til Klaksvíkar ella inn á Skálafjørðin? Og hvussu nógvir klaksvíkingar kenna tørv á at koyra til Havnar (aðrar dagar enn tá KÍ spælir í Gundadali...)?

Sum nevnt búgva nærum líka nógv fólk á eystara armi á Skálafjørðinum, sum í Klaksvík. Bæði støðini eru stór fiskivinnuøki, og tað sama kann sigast um eysturbygdirnar á Eysturoynni. Saman við tí stuttu fjarstøðuni ger hetta, at ferðslan innanhýsis ímillum hesi økini er líka stór, sum til restina av landinum, íroknað Havnina.

Tí kann tað undra, at samferðsluætlanin hjá Landsverki at síggja til nærum einans tekur atlit til ferðsluna til Havnar. Eg loyvi mær at halda, at tá til dømis Gøtugjógv og Gøtueiði verða brúkt sum grundgeving fyri, at landið má gera ábøtur fyri hundraðtals milliónir krónur á ferðslukervið har á leiðini, eigur tað sjálvsagt at verða hugsað um alla ferðsluna har um vegir, og ikki einans um tann – lutfalsliga lítla – partin av hesi ferðslu, sum skal til Havnar.

Ein spurningur er eisini, hvørjir ferðslutrupulleikar veruliga eru knýttir at Gøtueiði. Har vegurin um eiðið er hægstur, liggur hann umleið 135 metrar yvir sjónum. Til samanbering er hetta lægri enn ætlaði nýggi innkoyringarvegurin til Havnar. So um hæddin har ikki er ein stórur trupulleiki, kann hæddin um Gøtueiði í sær sjálvum neyvan heldur metast at vera tað. Vansin er heldur tað lutfalsliga stóra hallið á vegnum niðan frá/oman ímóti Syðrugøtu, tí hetta kann skapa ávísar ferðslutrupulleikar, serliga um veturin.

Fjarstøður
Ein fortreyt fyri at kunna samanbera nevndu loysnir er fjarstøðan, sum ferðslan skal koyra ‘frá A til B’.

Verandi vegakervi:
Verandi vegastrekki úr rundkoyringini í Gøtudali til Skipaneskrossin er umleið 5,1 km langt. Haðani eru 7,8 km til tunnilsmunnan í Rók á eystara armi, meðan tað eru 18 km til tunnilsmunnan á Strondum á vestara armi á fjørðinum. Úr Rók til Hvítanes er Eysturoyartunnilin 9,7 km langur, meðan hann av Strondum til Hvítanes er 9,2 km langur.

Tað merkir, at eftir verandi vegakervi er samlaði teinurin úr Gøtudali til Hvítanes gjøgnum Eysturoyartunnilin 22,6 km langur, um farið verður eftir eystara armi á Skálafjørðinum, meðan teinurin umvegis vestara arm á fjørðinum er 32,3 km. Munurin er slakar 10 km.

Loysn 1, Gøtudalstunnilin:
Loysnin, sum Landsverk mælir til, fevnir um ein 3,2 km langan tunnil og 0,4 km av nýggjum tilkoyringarvegum millum Gøtudal og Ánir innarlaga á Skálafjørðinum.

Við Gøtudalstunlinum verður vegastrekkið millum Gøtudal og Ánir stytt úr verandi 9,5 km niður í 3,6 km, altso styttir hesin tunnil teinin úr Gøtudali til vestara arm á Skálafjørðinum umleið 6 km, so samlaði teinurin umvegis Eysturoyartunnilin til Hvítanes hendan vegin gerst 26,3 km.

Hetta er tó framvegis slakar 4 km longri enn teinurin úr Gøtudali til Hvítanes eftir eystara armi á Skálafjørðinum (22,6 km).

Tað merkir eisini, at tá komið er til Ánir ígjøgnum Gøtudalstunnilin, er írestandi teinurin til Hvítanes nærum júst tann sami (22,7 km), sum teinurin úr Gøtudali umvegis Gøtueiði og eystara arm á fjørðinum til Hvítanes (22,6 km).

Fyri ferðsluna til Havnar verður Gøtudalstunnilin tí í royndum, allur sum hann er, ein umvegur, samanborið við koyriteinin um Gøtueiði og eystara arm á Skálafjørðinum.

Gøtudalstunnilin vil tó reelt stytta koyristrekkið millum Gøtudal og bygdirnar á vesturarminum á Skálafjørðinum umframt í Norðureysturoy og Sundalagnum við 6 km, so fyri ferðsluna úr Norðoyggjum og eysturbygdunum á Eysturoy til henda partin av landinum verður Gøtudalstunnilin ein góður fyrimunur. Sum nevnt eru ábendingar um, at henda ferðsla (umleið 2.500 akfør) – og ikki ferðslan til Havnar (umleið 1.500 akfør) – kann metast sum “høvuðsferðslan” í Gøtudalstunlinum.

Hóast framvegis at vera ein umvegur fyri ferðsluna til Havnar, metir Landsverk, at vegna tær ymisku forðingarnar á verandi farleið eftir eystara armi á Skálafjørðinum kann Gøtudalstunnilin spara ferðsluni til Havnar tveir minuttir, um farið verður tann vegin og víðari eftir vestara armi á fjørðinum.

Loysn 4, Nýggjur umkoyringarvegur millum Gøtudal og Gøtueiði:

Her er talan um eitt 4 km langt, nýtt landsvegastrekki, sum byrjar við verandi rundkoyring í Gøtudali, haðani tað gongur vestari og hægri í lendinum enn verandi landsvegur og fer niðan um bygda økið við Gøtugjógv, áðrenn tað fer tvørtur um gjónna og síðan verður bundið í verandi veg á Gøtueiði – sí Mynd 2.

Samanborið við verandi veg fer hesin teinur at liggja burtur frá bygdum økjum, vera eitt vet styttri (umleið 0,2 km) og hava eitt munandi minni hall. Við honum fær øll ferðslan norðaneftir ein meira lagaligan, skjótan og samanhangandi landsveg enn í dag. Kommunan kann so yvirtaka verandi landsveg til onnur endamál.

Við hesi loysn fer ferðslan til Havnar í høvuðsheitum framvegis at koyra umvegis eystara arm á Skálafjørðinum. Samlaða strekkið verður einar fýra km styttri enn umvegis ætlaða Gøtudalstunnilin og vestara arm á fjørðinum, men henda ferðsla skal har aftur ímóti gjøgnum bygd økir stórar partar av teininum frá Skipaneskrossinum til tunnilsmunnan í Rók. Og hetta er sjálvandi ein avbjóðing.

Gjøgnumkoyringarvegur av Glyvrum út í Rók

Ferðsluframrokningar hjá Landsverki vísa, at tá Eysturoyartunnilin letur upp, fer ferðslumynstrið við Skálafjørðin at broytast munandi. Ferðslan á landsvegnum í Søldarfirði, Lambareiði og Glyvrum veksur tó lítið, tí pendlaraferðsla (til Havnar og partvíst yvir um fjørðin) fer tá til Eysturoyartunnilin, tað vil siga úteftir heldur enn inneftir fjørðinum, sum hon ger í dag.

Longur úti, í Saltangará og serliga í Runavík, gerst ferðslan tó alsamt størri, eftir at Eysturoyartunnilin er tikin í nýtslu. Til dømis fer ferðslan fram við Skúlanum við Løkin, tætt við tunnilsmunnan í Rók, at vaksa úr verandi 3.000 til 7.100 akfør. Verður Gøtudalstunnilin gjørdur, minkar hetta tal niður aftur í 5.600 akfør, samstundis sum talið av akførum eftir vestara armi á Skálafjørðinum veksur úr 1.400 upp í 2.800 akfør. Ferðslutølini báðu megin fjørðin benda tí samsvarandi á, at dagliga talið av akførum, sum norðaneftir skulu í Eysturoyartunnilin, fer at liggja umleið 1.400 – 1.500.

Hesi ferðslutøl vísa eisini, at ferðsluvøksturin í Runavík fyri ein minni part kemur norðanífrá, meðan tann størri parturin kemur frá lokaløkinum, tað er bygdunum av Skipanesi/undir Gøtueiði og út til Runavíkar og úr Rituvík og Æðuvík, umframt frá lokalferðsluni tvørtur um fjørðin gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Bøtast kann tó um trupulleikarnar við tí økta ferðslutrýstinum í Saltangará og Runavík við at gera nýggjan gjøgnumkoyringarveg av Glyvrum, umvegis verandi fjøruveg, til rundkoyringina við tunnilsmunnan í Rók (sí Mynd 3 niðanfyri greinina). Um rætt verður borið at, kann størsti parturin av eysturoyartunnilsferðsluni norðaneftir umframt úr lokaløkinum av Skipanesi/undir Gøtueiði og út á Glyvrar, kanaliserast eftir hesum vegi, so henda ferðsla kann koyra nøkulunda ótarnað til tunnilsmunnan í Rók, samstundis sum ferðslutrýstið úti í Runavík minkar munandi. 

Av ósøgdum grundum mælir Landsverk tó ikki til at gera henda veg, men upplýsir at politisk avgerð er tikin um, at gjøgnumkoyringarvegurin skal gerast sum avleidd verkætlan av Eysturoyartunlinum.

Kostnaður
Loysn 1, Gøtudalstunnilin við tilkoyringarvegum, verður av Landsverki mett at kosta millum 284 og 346 mió. kr. at gera og umleið 2,3 mió. kr. um árið at halda við líka, meðan Loysn 4, umkoyringarvegurin, er mett at kosta millum 85 og 105 mió. kr. at gera og 1,3 mió. kr. um árið í viðlíkahaldi (landið vinnur tó óivað hesar viðlíkahaldsútreiðslur av vegnum inn aftur, tí tá sleppur landið undan at viðlíkahalda verandi landsveg, sum kann latast kommununi). Gjøgnumkoyringarvegurin Glyvrar-Rók, við lokarennu, er mettur at kosta 126 mió. kr. at gera og 0,6 mió. kr. um árið at viðlíkahalda.

Samandráttur og niðurstøða
Hvat er nú skilabest at gera – ein Gøtudalstunnil (Loysn 1), sum Landsverk mælir til, ella ein umkoyringarveg millum Gøtudal og Gøtueiði (Loysn 4)?

Sum skilst, er politisk avgerð tikin um at gera gjøgnumkoyringarveg millum Rók og Glyvrar uttan mun til, hvør av nevndu loysnum verður vald. Hetta er tó ikki ein verkætlan, sum Landsverk mælir til, hóast víst verður á tørvin. Ei heldur tykjast ferðsluframrokningarnar hjá Landsverki at taka hædd fyri hesum vegi.

Loysn 1 – Gøtudalstunnilin – verður ein týðiligur fyrimunur fyri ferðsluna ímillum Norðoyggjar, Fuglafjørð, Leirvík og Gøtu øðrumegin og vesturarmin á Skálafjørðinum, Norðureysturoy og Sundalagið hinumegin (ferðsla, sum ikki skal í Eysturoyartunnilin, umleið 2.500 akfør). Gøtudalstunnilin styttir henda tein við 6 km (umleið 5 minuttir), og ferðslan sleppur undan at koyra ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv og um Gøtueiði.

Helmingurin av allari ferðsluni norðaneftir, nevniliga ferðslan til og frá eysturarminum á Skálafjørðinum (3.900 akfør), fær onga nyttu av hesi loysn, tí henda ferðsla skal framvegis gjøgnum bygda økið við Gøtugjógv og eftir tí bratta vegnum millum Syðrugøtu og Gøtueiði.

Tann ferðslan úr Norðoyggjum og eysturbygdunum á Eysturoy, sum skal til Havnar og aðrastaðni ígjøgnum Eysturoyartunnilin, fær heldur ikki nógva nyttu av Gøtudalstunlinum. Hon sleppur undan trupulleikunum við Gøtugjógv, Gøtueiði og trongslinum út eftir eystara armi á Skálafjørðinum. Men av tí at teinurin umvegis Gøtudalstunnilin er 4 km longri, sparir hon íalt bara tveir minuttir av koyritíð.

Henda sparing er sera lítil og hevur ta løgnu fortreyt, at nevndu trupulleikar ongantíð mugu loysast.

Men politisk avgerð er jú longu tikin um at gera gjøgnumkoyringarveg millum Rók og Glyvrar. Og ilt er at ímynda sær, at eingir aðrir batar koma her á leiðini, sum frá líður, til dømis ein nýggjur vegur millum Gøtudal og Gøtueiði, sum úti við 4.000 akfør framvegis hava tørv á.

Tá hesir (og aðrir?) batar verða gjørdir, er sannlíkt at ferðslan til Havnar aftur fer at leita sær hendan vegin, sum tá verður bæði styttri og skjótari enn teinurin umvegis Gøtudalstunnilin.

Samanlagt merkir hetta, at Gøtudalstunnilin er nærum til púrt onga nyttu fyri ferðsluna norðaneftir til Havnar – tað eru tey 1.400-1.500 akførini, sum Landsverk skírir “høvuðsferðsluna”.

Gøtudalstunnilin loysir heldur ongar ferðslutrupulleikar í Runavík í sambandi við Eysturoyartunnilin. Hann tekur í besta føri so dánt ovasta tindin av hesum trupulleika. Sum nevnt vísa framrokningar hjá Landsverki, at ferðslan fram við Skúlanum við Løkin fer at vaksa úr verandi 3.000 upp í 5.600 akfør um dagin, hóast Gøtudalstunnilin verður gjørdur og øll ferðsla norðaneftir til Havnar fer tann vegin – sum altso er ivasamt.

Umframt at skula metast upp ímóti ferðsluligu fyrimununum, sum Loysn 4 ber í sær, kostar Gøtudalstunnilin meira enn tríggjar ferðir so nógv at byggja – og er dýrari at reka.

Loysn 4 – ein umkoyringarvegur millum Gøtudal og Gøtueiði – er har aftur ímóti til gagns fyri alla ferðsluna til og frá Norðoyggjum, Fuglafirði, Leirvík og Gøtu – og ikki einans fyri annan helmingin av henni. Øll henda ferðsla sleppur tá undan at koyra ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv og fær ein skjótan og lagaligan veg við lítlum halli eftir øllum hesum strekki.

Verandi landsvegur millum Gøtudal og Gøtueiði kann tá latast kommununi, sum vónandi kann fáa nógva og góða nyttu burtur úr honum, umframt at sloppið verður undan allari óviðkomandi ferðslu við Gøtugjógv.

Henda loysn kostar einans ein brøkpart av Gøtudalstunlinum, so bæði Loysn 4 og gjøgnumkoyringarvegurin Rók-Glyvrar kunnu gerast fyri munandi minni samlaðan kostnað enn Gøtudalstunnilin (sí Talvu 1). Enntá kann ætlaði vegurin yvir bygdini í Skálafirði (60 mió. kr.) lættliga rúmast afturat innan fyri kostnaðarkarmin fyri Gøtudalstunnilin.

Soleiðis kunnu stórir partar av vegakervinum úr Gøtudali til Gøtueiði og eftir eystara armi á Skálafjørðinum, umframt yvir Skálafirði, nútímansgerast til fyrimun fyri alla ferðsluna har á leiðini og fyri minni samlaðan kostnað enn Gøtudalstunnilin. Hetta kann eisini gerast stigvíst, meðan Gøtudalstunnilin má gerast í einum – sum óivað tann størsta føroyska tunnilsíløgan á landi nakrantíð.

Martin V. Heinesen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo