Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

(mynd: Miriam og Janus)

(mynd: Miriam og Janus)

(mynd: Miriam og Janus)

Hóast Laila av Reyni ikki er so nógv frammi á tónleikaøkinum sum áður, so kemur við jøvnum millumbilum nýtt tilfar frá henni. Nú er kortini langt síðani. Seinast var í 2019, tá lagi YouYou kom út – og bleiv væl móttikið.

Men nú kemur aftur eitt staklag frá henni. Tað er lagið Goym Meg, sum er úrslit av einum samstarvi millum Lailu, Gunnar G. Guttesen og Hans Poulsen.

Ein av orsøkunum til, at nærum trý ár eru gingin millum tey seinastu løgini, er, at Laila, sum so nógvir aðrir føroyingar, er rakt av fjallabasilluni. Hon hevur sett sær fyri at fáa allar teir 340 fjallatopparnar undir sollarnar, og tí er frítíðin farin til tað heldur enn til tónleikin.

Nú er málið um topparnar næstan nátt. Um tað fer at hava við sær meir tónleik, vil hon kortini ikki lova.

- Eg fari ið hvussu er at hava meir tíð. Og mann fær eisini íblástur av at ganga í fjøllunum, so hvør veit, sigur hon.

Lagið er at finna á øllum stroyming tænastum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo