Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnudagin 13. mars kl. 16.30 verður fjølbroytt Grækarismessukonsert í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Tað er Vestmanna Sangkór, ið skipar fyri, og við verða eisini okkara trubadurur Martin Joensen og barnakór úr Vestmanna skúla.

Vestmanna Sangkór syngur um Grækarismessu og nakrar sangir hjá Martini Joensen, útsettir til kór. Tað eru Morgun, Ró, Kavin og Uttan teg. Kórleiðari hjá Vestmanna Sangkóri er Benjamin Gaasedal.

Martin Joensen syngur og spælir úr síni egnu stóru skattkistu av vøkrum sangum.

Eisini verða ”Blandað bomm” á skránni. Tað er barnakór, ið fer at syngja sangir hjá Hans Andriasi Djurhuus.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo