Góðu føroyingar, góðu skótar, gott fundarfólk.
Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,
at nú er brátt summar í hondum.
Soleiðis yrkti Jákup Dahl próstur um tjóðfugl okkara, tjaldrið.
Í skaldskapi okkara verður føroyingurin fleiri ferðir sammettur við tjaldrið. Vit hava verið samanborin við tjaldursungan, sum er noyddur at flyta úr Føroyum, men sum á síni drúgvu ferð í útlondum hevði dyggan førning við: málið, láturin, brosið, men eisini grátin í loynd. Og tað var eisini hesin førningur, ið seinni dró tjaldrið aftur til Føroya.
Útlongsul føroyinga er stórur. Men tað er ongin loyna, at tað, vit øll vóna, er, at tann førningur, vit øll hava fingið heima í Føroyum, hevur so stóran týdning og vigar so tungt, at hann eisini er mentur at draga okkum heimaftur at byggja bý og land.
Ivaleyst hevur Jákup Dahl longu sum barn suðuri í Vági og tey mongu árini í próstagarðinum í Sandagerði verið hugtikin av tjøldrunum og teirra serligu eginleikum, sum nema okkum øll.
Gamalt var, at tjøldrini koma á Grækarismessu, á Mariumessu hoyra vit ikki mannamál fyri teimum, á Summarmála byggja tey reiður, á Krossmessu er reiðrið fult, og tá vit hátíðarhalda okkara tjóðarhátíð, ganga tey kát um heygar.
Sereyðkent fyri tjøldur eins og fyri fólk er, at hóast at ungin er farin úr reiðrinum, so verjir tjaldrið sítt búgv, sum tað vendir aftur til.
Og tá ungdómar í hópatali móti heysti fara í útlegd at lesa og arbeiða, tá setir eisini tjaldrið leiðina suðureftir. Men vit síggja tey aftur - eins og vit vóna at síggja øll okkara ungu heima aftur í Føroyum.
Seinastu tíðina hava vit upplivað fólkavøkstur í Føroyum, og serliga í høvuðsstaðnum. Partur av hesum fólkavøkstri er tilflyting, men eisini, at fráflytingin er minkað. Góða búskapargongdin er sjálvandi ein orsøk til tað, men eisini, at vit hava fingið munandi fleiri útbúgvingarmøguleikar. Tórshavn er alsamt meira ein universitets- og granskingarbýur, og tað er at fegnast um.
Fólkavøksturin setir trýst á kommunur og land um at betra og víðka tilboð og tænastur, men skapar tíbetur eisini nýggjar menningarmøguleikar.
Sum øll onnur samfeløg er Tórshavnar kommuna hvørki meira ella minni enn teir borgarar, sum búgva og virka her. Tess fleiri, dugnaligari, royndari og virkisfúsari íbúgvarnir eru, tess sterkari er kommunan, og tess betur brynjað er hon at møta framtíðini.
Tað er týdningarmikið, at høvuðsstaðarkommunan gongur undan og er við til at stuðla fleiri tiltøkum, har fyritøkur og stovnar hitta lesandi føroyingar og útisetar til at umrøða framtíðar størv og vinnumøguleikar í Føroyum. Kommunan styðjar eisini undir, at vinnulívið her á staðnum hevur bestu fortreytir at virka.
Tað er ikki nóg mikið at líta á tað, vit kenna og duga. Týdningarmesta tilfeingið í framtíðini eru skapandi og nýhugsandi fólk. Tí skal høvuðsstaðurin á øllum økjum gerast so attraktivur sum gjørligt, og kunna bjóða tilflytarum bestu sømdir at vinna og virka í tryggum og rúmligum samfelag.
Búskaparvøkstur og eitt sunt og dynamiskt vinnulív er við til at skapa tann góða býin. Í dag verður búskaparvøksturin í stóran mun skaptur av vitan, hugskotum, lærdómi, virkisroyndum og áræði.
Tjaldrið kemur heim at byggja reiður. Tað skulu vit havnarborgarar eisini gera, nú vit fjølgast í stórum. Í býráðnum arbeiða vit av øllum alvi at fáa fleiri alternativar bústaðarmøguleikar.
Her er gongd komin á við lestraríbúðum, eldraíbúðum og fjølbroyttum bústøðum til bæði ung og eldri. Hetta tekur tíð, men kommunan vil ganga á odda við at skapa møguleikar fyri at útvega bíligari bústaðir í samstarvi við bæði almenn og privat feløg. Manglandi bústaður skal ikki vera forðing fyri vøkstri.
Vit hava fólkavøkstur í løtuni, men okkara fremsta uppgáva er at tryggja fólkavøksturin, fyri at vit kunnu hava framhaldandi menning í samfelagnum. Tað er størsta avbjóðingin nú og í framtíðini.
Eins og tjaldrið byggir reiður, er tað okkara skylda at byggja ella útvega møguleika til øll at byggja sítt egna reiður. Hans Andrias Djurhuus yrkir:
"Og um eg fari í onnur lond, mín hugur dregur at heimastrond,
til tindafylgið og brøttu skørð, til grønar líðir og bláan fjørð."
Vit vilja tjóðarbygging. Okkara fólk vil heim í størri mun nú enn nakrantíð. Og vit mugu vera tilreiðar at taka ímóti teimum.
Men vit eiga í øllum meldrinum heldur ikki at gloyma, at eins og okkara útisetar ynskja sær eitt reiður at koma heim til, so ynskir tjaldrið sær eina reina og óspilta náttúru at koma aftur til. Hetta setir eisini okkum stór krøv um umhugsni.
Veðrið hesa tíðina kann vera svikaligt. Men hvønn ljósan morgun kenna vit á okkum, at tað gongur móti ljósari tíðum.
Lat sólina skína um dalar og fjøll,
grønkast lat heiðar og líðir!
Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól,
vónandi sælari tíðir.
Og vit vita, at flytifuglurin kemur heimaftur. Vit kunnu bara gita, at orsøkin er, at hann hevur tað gott her í Føroyum. Aðrastaðni eru fleiri fuglar og kappingin um pláss og mat harðari, har eru fleiri ránsdýr og størri veiða, og ikki øllum dámar ovnógvan hita. Her í Føroyum er gott at verpa og ala upp ungarnar. Í so máta eru Føroyar einastandandi.
Men tað liggur á okkum at røkja okkara náttúru, so okkara børn ikki verða tey, sum fara at ákæra okkum og siga, at vit vóru orsøk til, at tey ikki fara at uppliva, at flytifuglurin kemur heimaftur.
Ta skommina kunnu vit ikki taka á okkum. Tí kenna vit ábyrgd av umhvørvinum og órógva tað sum minst, og hóast býurin veksur, so vísa vit í stórst møguligan mun fyrilit og varsemi.
Hesar dygdir og virði hevur aljtóða skótarørslan altíð staðið saman um. Góðu skótar – tit læra at virða náttúruna og at virka í náttúruni. Tit ganga undan sum góð fyridømi fyri onnur.
Sum skótar eru tit ímyndin av hjálpsemi, næstakærleika og ósjálvsøkni. Vit kenna øll úlvalyftið, um "hvønn dag at gera eitthvørt, ið hjálpir ella gleðir ein annan". Sverri Fon týddi einaferð í tíðini stuttligu yrkingina hjá Gunnar Jørgensen til skótarnar, har hann m.a. sigur:
Ein skóti altíð fróður er, og altíð væl til hýrs,
hann vinur er við smábørn og við gomul um tey fýrs,
hann hjálpir, har ið hjálpast kann, við góðum ráðum fer
Um kroystan nagl, um brotið bein, um arm, ið kroyktur er.
Skótalógin sigur, at ein skóti tosar satt og er trúgvur móti landi sínum, er erligur, álítandi og góður vinur, hjálpsamur, góður við djór, lýðin, arbeiðssamur, hampiligur og reinur í tonkum, orðum og virkan.
Hetta eru universel virði, sum at síggja til eru sjálvsøgd, men sum í veruleikanum krevja nógv av okkum.
Skótarørslan leggur dent á hjálpsemi mótvegis næstanum, ábyrgd mótvegis samfelagnum og vinarløg millum lond. Haraftrat leggur hon dent á heilsuna hjá tí einstaka, sjálvsvirðing og persónliga menning.
Gævi at vit øll kundu lært av skótunum. Tit gera eitt stórt og týðandi samfelagsligt arbeiði, og tað skulu tit hava stóra tøkk fyri, og lat meg leggja aftrat, drívið á við virkseminum. At vit hava týðandi og bindandi altjóða sáttmálar um verju av lívfrøðiliga margfeldinum í okkara náttúru, er grundleggjandi fyri eina tjóð sum okkara. Men okkum tørvar tykkum skótar at minna á okkum á smálutirnar í gerandisdegnum. Tit byggja bý og tjóð, ja, sum partur av altjóða skótarørsla eru tit við til at byggja ein betri heim.
Eg vil at enda takka Skótafylki Sigmunds Brestissonar, sum næsta ár hevur skipað fyri Grækarismessuhaldi her á Vaglinum í 75 ár.
Eisini ein stór tøkk til Havnar Hornorkestur fyri tykkara trúføstu, upplyftandi og altíð hugaligu luttøku. Tit eru ein so nátúrligur, virkin og livandi partur av Havnini og hava verið tað í skjótt 115 ár. Tað er sum ólavsøka, jól og grækarismessudagur alt kom í senn, tá vit uppliva tykkara kátu tónar. Við tykkum á odda ganga vit gleðiliga í marsjtakt inn í summarið.
Eg fari at enda at ynskja tykkum øllum somlum góða grækarismessu, gott vár og gott summar.
Takk fyri.
Annika Olsen
borgarstjóri
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo