Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Arbeiðið sum granskari er fjølbroytt og fer fram á Havstovuni, við rannsóknarskipi/øðrum skipum og uttanlands.

Arbeiðsøkið hjá granskaranum er m.a.:

  • Fara við Jákup Sverra og øðrum skipum í sambandi við kanningar.

  • Kanna útbreiðslu, lívfrøði og vistfrøði hjá botnfiski í føroyskum havøki og har føroyska fiskivinnan hevur áhuga.

  • Gera stovnsmetingar av botnfiskasløgum.

  • Vera við í føroyskum og altjóða vísindaligum verkætlanum.

  • Ráðgeva og samstarva við vinnuna og myndugleikarnar.

Umsøkjarar skulu hava lívfrøðiliga útbúgving frá hægri lærustovni. Góð evnir at samstarva er ein fortreyt.

Løn sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til: hav(at)hav.fo

ella

Havstovan
Nóatún 1, P.O. Box 3051
FO-110 Tórshavn

og skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 8. juni 2020.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Petur Steingrund, deildarleiðara (peturs(at)hav.fo) ella Eilif Gaard, stjóra (eilifg(at)hav.fo), á tlf. 353900. Heimasíða: www.hav.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo