Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

19. mai 2016 verður aftur hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum, har sjóneykan verður sett á gransking, ið verður framd á ella hevur samband við Landssjúkrahúsið.

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum metir, at við góðu royndunum frá undanfarnu árum, kunnu vit bert staðfesta, at tørvur og áhugi er fyri, at gransking á Landssjúkrahúsinum verður lýst á serstøkum tiltaki.

Á Granskingardegnum verður enn eina ferð høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið. Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við og umboð frá viðkomandi myndugleikum.

Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum. Aftur í ár verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin – heiðursløn verður latin besta postara, ið verður valdur av serstakari nevnd.

Skrá
Kl. 13.00
Granskingardagurin verður settur av landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum Sirið Stenberg

Kl. 13.15 Framløgur av granskingarverkætlanum

Kl. 14.30 Postaraframsýning og kaffi

Kl. 15.00 Hvad må sundhed koste?
Fyrilestur v/Jacob Kjellberg, Professari og verkætlanarleiðari á FORA - Det Nationale Institut for Kommuners og Regioners Analyse og Forskning, Danmark

Kl. 15.45 Flottasti postari kosin, og heiðursløn latin

Fyrilestrar á Granskingardegnum á Landssjúkrahúsinum:

An outbreak of Vancomycin resistant Enterococcus faecium (VRE) in the Faroe Islands
– Treatment with antibiotics as risk factor for VRE colonization

v/ William Smith, smittuverjufrøðingur

Behind every dot there is a patient
v/ Eydna Lindenskov, bachelor í sjúkrarøktarfrøði og Bjørghild Nolsøe, bachelor í sjúkrarøktarfrøði
BiFaSeps Study - Biomarkers-Faroeislands-Sepsis-study sMR and Expression of CD 64 Receptors on

Neutrophils in Bacteraemia
v/ Shahin Gaini, yvirlækni Phd, serlækni í medisin og Infektiónsmedisin

Bedring af søvnkvalitet med Musik-lyttepuder for unge i Ambulatoriet for B&U, Psykiatriski Depilin, Landssjúkrahúsið, Tórshavn
v/ Sanne Storm, musikterapeutur og granskari

Basic Body Awareness Therapy – Fremur rørslukvalitet og heilsu í gerandisdegnum
v/ Jórun Simonsen, fysioterapeutur, spec í BBAT og Lív Egholm, fysioterapeutur, spec í BBAT

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo