Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til Fakfelagssamstarvið frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunnninum.

 

Stuðulin á 319.462 kr. er til eina kanningarverkætlan, sum kallast: “Sálarheilsan hjá føroyskum løntakarum undir COVID-19 átøkunum”.

 

- Endamálið við hesari kanning er at lýsa, hvussu frástøðan og avbyrgingin í samband við COVID-19 ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum. Harumframt ynskja vit at varpa ljós á, hvussu fólk handfara serligu arbeiðsstøðuna, hvørs treytir eru heilt øðrvísi enn tær, vit vanliga kenna, sigur Granskingarráðið.

 

Fakfelagssamstarvið stendur fyri verkætlanini, sum fer at verða framd undir leiðslu av Anniku Helgadóttir Davidsen ph.d., og granskara á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

 

Les meira her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo