Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er mótbrekka hjá felagnum Grant (fyrr H-Dygd) við heimstaði í Vatnsoyrum. Fjórða árið á rað er stórt hall á botnlinjuni, árið í fjør var tað ringasta við halli uppá 6 mió kr eftir skatt samanborið við 3,2 mió kr í 2019. Tað hendir hóast bruttovinningurin veksur yvir eina millión krónur. Men starvsfólkakostnaðirnir vaksa við heili fýra milliónum krónum, og tað sær út til at vera høvuðsorsøkin til stóra hallið.

Eginognin er nú negativ við 7,7 mió kr.

Samlaða skuldin var yvir 36 mió kr við árslok í fjør, og rentuberandi parturin kostaði fyritøkuni yvir eina millión krónur.

Høvuðsvirksemið hjá felagnum er framleiðsla og søla av vindeygum úr timbri og vindeygum og hurðum úr plasti.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at kapitaleigararnir hava tikið stig til neyðugt gjaldføri í nýggja árinum.

Jarnhold Nattestad var settur stjóri í juni í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo