Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Seinastu árini hjá Grant, sum fyrr æt H-Dygd, hava verið merkt av reyðum tølum. Felagið, sum hevur heimstað á Vatnsoyrum, hevði í fjør ein bruttovinning uppá 17,1 mió kr sum var 1,6 mió kr verri enn árið fyri, og ikki nóg mikið til at dekka útreiðslur til starvsfólk.

Úrslitið eftir starvsfólkakostnaðir var minus 700.000 kr, og so er onki til rentur, avskrivingar og annað. Samlaða hallið seinastu trý árini hevur verið um 9 milliónir krónur.

Grannskoðarin, sum felagið annars skifti út fyri tveimum árum síðani, ger vart við hesi viðurskiftini, og at felagið er bæði tyngt at vánaligum gjaldføri og negativum eginpeningi.

Fíggjarstøðan javnvigar við sløkum 30 mió kr, og skuldin er góðar 31 mió kr, harav helvtin er rentuberandi.

Leiðslan ætlar at endurreisa eginpeningin gjøgnum raksturin komandi árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo